Hugin og Munin komið út

Nú er tíðindabrævið Hugin og Munin aftur komið út. Í blaðnum hesuferð er millum annað ein grein um Framtíðar leiklutin hjá smáum kommunum. Greinin er grundað á eina størri kanning, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt saman við universitetinum á Akureyri og Ålands statistik och Utredningsbyrå.
Grannastevnuna hevur norski professarin Jørgen Amdam skrivað. Har verður ljóskastarin varpaður á kjakið um fylkes(amt)- og kommunubygnað í Noreg.
Í Hugin og Munin er somuleiðis ein grein um føroyaskar kommunur og nýskapandi tiltøk. Hesa greinina hevur Martha Mýri skrivað. Hon hevur saman við Olgu Biskopstø luttikið í norðurlendskari verkætlan um kommunur og nýskapandi tiltøk.