Djórahandilin hjá Suna Berglind flutti fyri nøkrum árum síðan úr býnum í Havn og niðan á Óðinshædd, har umstøðurnar eru fyrsta floks.
Her er mangt forvitnisligt at síggja, og her dámar bæði børnum og vaksnum væl at stytta sær stundir eina løtu, meðan gingið verður millum búrini.
Seinasta fríggjadag var myndamaðurin í Miðlahúsinum inni á gólvinum í Djórahandlinum og tók nakrar myndir av fiskum og ymiskum dýrum.
Longu sum stórur smádrongur var Sune Berglind ofta í Akvariubúðini í Havn, sum pápi hansara seinni keypti. Tá pápin gavst, tí heilsan var farin at bila, yvirtók sonurin handilin.
Heilt síðan hann var smádrongur, hevur Sune Berglind havt áhuga fyri djórum, fuglum og fiskum, og tað var tí heldur ikki av tilvild, at hann valdi sær hetta yrki.
- Eg havi altíð verið partur av hesum, og eg hjálpti eisini til, eftir at pápi mín keypti handilin. Hetta hevur eftir mínum tykki altíð verið ein spennandi og hugtakandi handil, sigur Sune Berglind.