- Vit hava grava alla móruna upp úr tjørnini og síðani fylt hana við haldgóðum tilfari gróti og øðrum. Móruna hava vit við lastbili flutt niðan í Húsahagan, sigur Gullak Hansen, sum koyrir gravkúnna í Hoyvíkstjørn.
- Eftir ætlan verða vit lidnir á ólavsøku. Tá verða sílini slept niður aftur í tjørnina, dunnurnar koma aftur og børnini kunnu trygt spæla kring økið, sigur Gullak Hansen og leggur afturat, at áðrenn teir byrjaðu at tøma móruna úr tjørnini, var hon um tríggjar metrar djúp:
Sera, sera hættisligt hjá øllum børnunum, sum dagliga hava sína gongd her. Eg tori ikki at hugsa um, hvat møguliga kundi hent onkran vetur, tá øll børnini skoyta á ísinum. Men nú vit hava lagt ein nýggjan botn á, verður tjørnin bara 50-60 sentimetrar djúp.