Jóannes Eidsegaard, løgmaður
Hoyvíkssáttmálin er eitt amboð at skapa okkum betri treytir og ein nógv størri heimamarknað, har vit kunnu brynja okkum til altjóða kappingina. Tað er beinleiðis skeivt at pástanda, at tað einans eru íslendingar, sum fáa fyrimunir av sáttmálanum.
Fleiri eru helst ørkymlað av kritikkinum, sum kemur frá fleiri vinnulívsfólkum, nú vit standa á gáttini til, at Hoyvíkssáttmálin kemur í gildi. Tað kundi ljóðað, sum um Hoyvíkssáttmálin skapar eina røð av trupulleikum, men endamálið við sáttmálanum er júst at hann skal vera eitt amboð at loysa nakrar av teimum forðingum, sum í dag eru fyri opnum marknaði millum Føroyar og Ísland.
Íslendingar hava, sum er, betri sømdir
Enn er tað handilssáttmálin millum Ísland og Føroyar frá 1992, sum er galdandi. Hesin fevnir einans um vøruhandil, meðan Hoyvíkssáttmálin eisini kemur at fevna um m.a. tænastur. Eftir gamla handilssáttmálanum hava íslendskar vørur munandi betri sømdir á føroyska marknaðinum, enn føroyskar vørur á íslendska marknaðinum. Eitt nú hava íslendskar vørur - við einstøkum undantøkum - fullkomið tollfrælsi, tá um landbúnaðarvørur ræður. Allar landbúnaðarvørur úr Føroyum verða lagdar undir toll í Íslandi uttan øl og vatn.
Endamálið við Hoyvíkssáttmálanum er júst at taka burtur nevndu avmarkingar. Hetta merkir, at umframt ídnaðarvørur kunnu allar føroyskar landbúnaðarvørur útflytast tollfrítt til Íslands, og fáa íslendskar vørur somu marknaðaratgongd hjá okkum.
Sáttmálin ásetur, at Allur mismunur, í lóggávu sum í verki, í sambandi við rættin til vinnuligt virksemi skal vera bannaður, og tað er hetta, sum ger tað møguligt at arbeiða víðari við at fáa forðingar, sum eru í dag, burtur.
Eggútflutningur
Tá ræður um egg, er einasta broytingin, sum Hoyvíkssáttmálin gevur, at føroysk egg nú fáa tollfrælsi í Íslandi. Tað hava tey ikki í dag. Hinvegin hava íslendsk egg tollfrælsi í Føroyum eftir gamla sáttmálanum.
Íslendingar seta í dag krav um, at egg ikki kunnu innflytast uttan at vera hitaviðgjørd, (pasteuriserað). Hetta er eitt heilsufrøðiligt krav, og Hoyvíkssáttmálin broytir ikki heilsufrøðiligu krøvini, londini seta hvørki tey íslendsku ella føroysku. Meta vit, at heilsufrøðiligu krøvini hjá íslendingum til innflutt egg kunnu metast sum tøkniligar handilsforðingar, kann málið takast upp til viðgerðar í felagsnevndini, tá sáttmálin er komin í gildi.
Eyka trygd
Eisini er ásett í sáttmálanum, at um innflutningurin av ávísum landbúnaðarvørum frá øðrum sáttmálapartinum álvarsliga hóttir framleiðsluna av somu vøru hjá hinum partinum, kann hesin av sínum eintingum seta hóskandi og rímilig tiltøk í verk. Henda áseting er sett inn í sáttmálan eftir føroyskum ynski, soleiðis at vit hava eitt amboð, sum kann brúkast at verja føroyska landbúnaðarframleiðslu, skuldi hon verðið álvarsliga hótt av innflutningi úr Íslandi.
Botnfiskur
Eitt, sum ofta hevur verið ført fram ímóti Hoyvíkssáttmálanum, eru tær reglur, sum í dag eru galdandi í Íslandi, og sum gera tað trupult hjá íslendskum fiskiskipum at landa í Føroyum, av tí at 10 % verða løgd aftur at tí avreiddu mongdini í kvotaroknskapinum. Ført hevur verið fram, at sáttmálin er virðisleysur, verður hetta ikki broytt. Men nú hava íslendsku myndugleikarnir saman við teimum føroysku í felags yvirlýsingini lagt upp til at finna eina loysn á hesum trupulleika, soleiðis at tað verður lættari hjá føroysku virkjunum at fáa hendur á íslendskum ráfiski. Politiskt hava vit tikið hetta málið upp.
Leggjast kann afturat, at Føroya arbeiðsgevarafelag hevur gjørt vart við, at tað fyri fiskivinnuna hevur týdning, at sáttmálin kemur í gildi. Hetta, fyri at arbeiðast kann víðari við at fáa tikið burtur forðingar fyri handli av ráfiski millum londini, soleiðis at føroysk fiskivinna skal fáa fulla nyttu av kumuleringsskipanini. Felagið væntar ikki, at hesar tøkniligu forðingar verða avtiknar, uttan so at sáttmálin kemur í gildi.
Øl- og sodavatnsdósir
Frælsur handil merkir, at tøkniligar forðingar so sum bann ímóti dósum verða avtiknar.
Eitt argument fyri at banna dósum hevur verið, at dósir eru skaðiligar fyri náttúruna. Men á einum frælsum marknaði er torført at varðveita hetta argumentið, um returskipan, so sum ætlað, verður gjørd fyri dósir. Harumframt er eitt bann ímóti dósum avmarkandi fyri frælsið hjá brúkaranum at velja ta vøru, brúkarin sjálvur ynskir.
Framhaldandi arbeiðið
Tá sáttmálin er komin í gildi, verður sett ein nevnd við umboðum frá londunum báðum - felagsnevndin - ið fær til uppgávu at tryggja, at sáttmálin virkar á munadyggan hátt, og fara trupulleikar, ið ikki sleppast undan, tá ein so víðfevnd avtala skal fremjast í verki, at verða viðgjørdir í hesi felagsnevnd, til tess at finna eina skynsama loysn.
Annars skal nevnast, at vinnan varð tikin við upp á ráð undir samráðingargongdini, og varð í stóran mun tikið hædd fyri teimum ynskjum, sum komu frá vinnuni í Føroyum.
Brynja okkum til altjóða kapping
Tað hevur stóran týdning fyri møguleikan at standa seg í altjóða kappingini, at Føroyar og Ísland gerast eitt búskaparøki, og harvið skapa ein størri felags heimamarknað. Skulu vit menna okkum í alheimsgerðini, hevur tað nógv at siga, at vit hava góðar royndir og eitt gott grundarlag á heimamarknaðinum. Jú, víst hevur tað sín prís at laga seg til harðari kapping. Men alternativið er at royna at halda fram við at verja okkara heimamarknað og harvið steingja okkara vinnulív av frá altjóða marknaðinum og neyðugum avbjóðingum. Tað verður stokkutur hiti.
Føroysk vinna fer nú at kappast við íslendska vinnu, og hetta fer at eggja vinnuni til at fáa meira fyri minni, at herðast, at hvessast, at mennast og at gerast meira kappingarfør. Sjálvandi er okkara vinnulív ført fyri at taka hesar avbjóðingar.