• Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Landsbanka Føroya
• Uppskot til løgtingslóg um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting
• Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð
• Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Fyrst og fremst eigur at verða sagt, at gjaldoyra- og pengapolitikkur eru ríkismál og tískil ikki eitt økið, sum føroyskir myndugleikar burdu sátt iva um var føroyskt. Føroyar hava í dag donsku krónuna sum gjaldoyra. Teir føroysku seðlarnir eru at meta sum seðlar hjá tí danska tjóðbankanum við føroyskum teksti. Gjaldoyra-, penga- og rentupolitikkurin hjá danska tjóðbankanum ávirkar fult og beinleiðis “føroysku” seðlarnar.
Tá mett verður, um hvørt tað er skilagott at miðsavna virksemið hjá Landsbankanum í eina størri eind í Gjaldstovuni eigur ein fyrst at seta sær nakrar spurningar:
Hvørjar uppgávur hevur Danski Tjóðbankin?
Danmarks Nationalbank hevur hesar uppgávur:
• Støðugar prísir: Tjóðbankin stuðlar undir at prísirnir eru støðugir, tvs. at prísvøksturin er lágur. Hetta verður gjørt við at tillaga pengapolitikkin eftir einum føstum krónukursi mótvegis evruni.
• Tryggar gjaldingar: Tjóðbankin tryggjar at kontantar og elektroniskar gjaldingar kunnu avgreiðast trygt. Hetta verður gjørt við at prenta seðlar og útgeva myntir umframt at tryggja at peningastovnar kunnu flyta sínamillum.
• Tryggja støðufestið í tí fíggjarliga skipanini: Tjóðbankin tryggjar støðufestið í fíggjarligu skipanini. Hetta verður gjørt við at fylgja við í fíggjarligu skipanini og gjaldsskipanum umframt fíggjarligum hagtølum og umsita skuld hjá statinum.
Prísvøkstur: Danski Tjóðbankin hevur til endamáls at tryggja, at prísvøksturin ikki er ov stórur. Amboðini, sum verða nýtt í mun til hetta, eru rentustýring, og útboðið av pengum. Danska krónan er eisini kurstryggjað mótvegis evruni, soleiðis at virðið á krónuni er stabilt . Tjóðbankin heldur kursin á krónuni støðuga við at keypa og selja gjaldoyra og við at broyta rentuna.
Gjaldføri: Danski Tjóðbankin tryggjar eisini, at gjaldførið í samfelagnum er nøktandi, umframt at gjaldsskipanir millum peningastovnar og tjóðbankan altíð virka. Í praksis merkir hetta m.a., at peningur til ein og hvørja tíð kann latast og lánast til og av Tjóðbankanum.
Hagtøl: Føroyski og danski fíggjargeirin sendir hagtøl til danska Tjóðbankan, og verða hesi hagtøl viðgjørd og almannakunngjørd. Somuleiðis er Tjóðbankin árliga í Føroyum. Danski Tjóðbankin umsitur eisini skuld hjá danska statinum.
Hvør røkir hesar uppgávur í dag vegna Føroyar?
Tað stutta svarið er, at danski Tjóðbankin røkir allar av uppgávunum vegna Føroyar – tó ikki umsiting av skuld og gjaldførið hjá Føroya Landsstýri.
Hvat ger Landsbankin?
1. Landsbankin umsitur skuld hjá landskassanum. Hetta inniber, at Landsbankin vanliga metir um tørvin fyri útgávum av lánsbrøvum fyri Landskassan.
2. Landsstýrinum verður álagt við lóg, at landskassin skal hava innlán í Landsbankanum, sum í minsta lagi svarar til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári. Umframt hetta umsitur Landsbankin peningin í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.
3. Peningastovnar senda hagtøl til Tjóðbankan og verða hesi hagtøl send til Landsbankan. Hesi hagtøl verða viðgjørd og almannakunngjørd av Tjóðbankanum og av Landsbankanum.
Sum tað framgongur av omanfyristandandi, verða tær vanligu tjóðbankauppgávurnar so sum gjaldoyra-, penga- og rentupolitikkurin framdar vegna Føroyar av danska tjóðbankanum. Tí hevur Landsbankin prinsipelt sum tjóðbanki ongan leiklut, og gevur tað onga meining at tosa um ein slíkan stovn í Føroyum.
Ført hevur verið fram, at Landsbankin tryggjar fíggjarligt støðufesti og eftirlitið av føroyska fíggjargeiranum. Hetta er er ikki rætt, tí amboðini til tess verða øll gjørd og stýrd úr Danmark. Umframt at gjaldoyra-, penga- og rentupolitikkurin verður stýrdur úr Danmark, eru allir bankapakkarnir gjørdir í Danmark, umframt at felagið Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjareftirlitið eru heimahoyrandi har við danskari leiðslu.
Tá tað kemur til umsiting av gjaldføri og skuld tykist tað skilagott at leggja hesa uppgávu á Gjaldstovuna, ið jú frammanundan hevur til uppgávu at stýra stutttíðar sveiggjunum í gjaldførinum. Fyri at tryggja gjøgnumskygni í umsitingini vil tað óivað vera skilagott at víðka verandi regluligu almennu rapporteringina hjá Gjaldstovuni viðvíkjandi nýtslu í mun játtan á fíggjarlóg til eisini at fevna um gjaldførið og lántøku landsins.
Felagið Peningastovnar metir tað verða skilagott at fremja rationaliseringar/sparingar í almennu umsitingini fyri at minka um almenna hallið. Felagið Peningastovnar metir tó, at størri rationaliseringar/sparingar kunnu heintast enn 1. mió. kr. í 2013 og 2 mió. kr. í 2014.
Tískil tekur Felagið Peningastovnar undir við uppskotinum.
------
Vinarliga
Felagið Peningastovnar
Súni Schwartz Jacobsen, nevndarform.










