Arnstein Niclasen
Gamli stríðsmaðurin í Norðoyggjum, bæði sum havnarfúti, sjómansskúlalærari og partisanførari undir læknastríðnum, Fischer Heinesen, og sum enn eigur á, at fáa eitt virðiligt eftirmæli, plagdi at siga: " (Boyggi), tú mást taka menniskjuni, sum tey eru, og ikki sum tey áttu at verið".
Havi hugsað um hetta í sambandi við umrøðuna av tvídráttinum í frælsisfylkingini seinastu tíðina. Nógv verður prátað. Fjølmiðlarnir skulu hava nakað at liva av. Bløðini eisini. Og uttan fyri fylkingina er fagnaður og gott lag um støðuna. Meðan vit vanligu lesarar vita lítið og einki.
Tó vita vit av royndum, at er illstøða komin í, og sárini hava tikið ilt fyri seg, so tekur búningin longri tíð. Serliga innanflokka. Tí, stiknið uttanflokka - millum teir politisku flokkarnar - tað broytist til sátt og semju eftir einari nátt. Mong dømi eru um hetta.
Og ørgrynna av dømum er eisini um órógv á sjálvstýrisleiðini seinastu øldina. Nokk um tað. Tí kjálkað hevur hóast alt verið rættað vegin. Samanumtikið.
Hittinorð eru góð, men kunnu ikki altíð linna líka nógv, og kunnu ofta brúkast báðar vegir eisini. So sum:" Skil má vera í. Ordnung muss sein. Prinsippir eru alneyðug." Men hinvegin má ein ikki vera heilt "prinsipp-pippaður", verður eisini sagt."
Høgni Hoydal
Høgni kom sum eitt fok inn í føroyskan politikk eftir eina merkisverda sending um bankamálið, sum fólk tóku til sín og fagnaðu. Men Høgni er eitt problem. Hann er orðkringur, og hann tosar um politikk. Og tað má ein politikari ikki gera. Hann skal arga, spilla hinar út, tvætla og undirhalda. Sum í skúlagarðinum. Tí tað gera rættir statsmenn í smáformati. Og tað vilja fólk hava.
Sjálvt fyri Óla P., sum karikaturteknari og palúnskur-psyko-filosoff-úrmælingur, er Høgni eitt problem. Tí Óli má, sum sambandsgrev (sorry, sorry Óli), tekna Høgna ljótan. "Og tað er hann ikki," sum ein kona segði nú ein dagin "- og kona Høgna sær eisini "óforskammað" gott út," legði hon afturat (!).
Í ættarslóðini hjá Høgna rennur ein skaldslig lind, sum bara sílar í viðkvæmum sálum, og tá er tað mangan sárt at vera politikari. Men hann læt seg tó eyðmýkja, ferð eftir ferð, av fyrrverandi ótrúgvum samgongufeløgum - við aðalmáli sínum fyri eyga.
Mál samgongunar?
Um "gomlu" samgongu er tó stutt at siga, at hon - hóast feilir og føll - vildi nakað. Men vildi dastið av hesari samgonguni helst sæð, at undirskotið á fíggjarlógini verður líka stórt, sum blokkurin minkaði undir seinastu samgongu, so alt fór aftur undir heilt í mismótsins mýrulendi?
Tí tá bar til at siga: "Síggið nú úrslitið!" Ella fari eg skeivur - ? Vit vanligu veljarar ? langt frá teim bonaðu gólvunum ? kunnu bara spyrja. Tí, hóast alt, fanst fyrr ein neisti av áræði í øllum teim politisku flokkunum á tingi.
Torbjørn Jacobsen
Torbjørn er eisini eitt problem, (tó ikki fyri Óla P.). Hann orkar ikki fyri smáum og veikum lýsingarorðum. Honum dámar harafturímóti metaforar og superlativir. Hann dugir væl at tala, kanska ikki so væl at tiga og heldur ikki at teska, (og tað dugdu fólkatalarnir miklu: Jóhan Nielsen og Petur Reinert heldur ikki).
Orðaval toruraddar Torbjarnar, sum eisini bera boð um eitt belisið og skaldaborið sinni, er ofta í astronomiskum klingandi heimsveldisklassa. Og við hvørt heilt úti í tí "sjálvdestruktiva". Og tað treingja vit vist eisini til á útskerum í hesum tíðum á ørmundarleið.
Ivaleyst er Torbjørn inspireraður av teim hetjufegnu høvundunum ( tað var vinurin Magnus Dam Jacobsen eisini ? men tað er ein onnur søga) so sum Jack London, við "Ulf Larsen", Yukon, Klondike og ódnar- og frostnætur undir ísbrúnni við Umanak og Hudson Bay - - .
Uppdragið
Longu sum 17 ára gamal drongur kvað Janus, meginskaldið, hesi orð:
"Sást tú ikki kappar ríða,
treystligt mót tyrannum
stríða,
hoyrdi tú ei hildarleik?"
"Ja, men, Arnstein, hvat vilt tú við hesum vavstrinum", spyr helst tann tolni og uppaftur meiri frustreraði lesarin?
Jú, svarið er einfalt: "At onkur heiðursmaður ella -kvinna tekur um kastið og vindur tann illa hostandi og hálvkoksaða sjálvræðismotorin í gongd aftur." Bara tað. Og at ynska øllum eini gleðilig jól.
Og eydnast uppdragið ikki, so kann ein sangur um jólatræið (saman við "De syngende husmødre") líka so væl verða: " Da sa? den tapre, sidste mohikaner: Vilde Vesten er ikke som før - - (!)"