Tað var eftir fjórðingsfinaluna mikukvøldið í síðstu viku, at tað stóðst rumbul av grannauppgerðini ímillum ÍF og Víking. Eftir longda leiktíð var støðan 3-3, og brotssparkskappingina vann Víkingur.
ÍF hevur nú kært til aganevndina hjá FSF og krevur umdyst, tí at alt ikki skal vera farið rætt fram í brotssparkskappingini, har ÍF sjálvir høvdu ein leikara fleiri í miðkringinum.
Nógv hevur verið tosað aftur og fram um hendingina og ikki minst kæruna hjá ÍF, sum nú eisini er komin á Youtube sum skemt. Sí sjónbandið omanfyri.