Formaðurin í Tjóðveldinum rósar ikki fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram fríggjadagin. Størsti útreiðsluvøkstur í Føroya søgu, kallar Høgni Hoydal semjuna hjá samgonguni »335 milliónir krónur kostar sonevnda fíggjarlógarsemjan landskassanum. Minst. Bæði skattalætti og størsti útreiðsluvøkstur nakrantíð í Føroya søgu. Nú má ábyrgdarloysið støðgast«.
Sum formaður í størsta andstøðuflokkinum finst formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal, ikki óvvæntað at semjuni hjá samgonguni um fíggjarlógaruppskotið, ið Magni Laksáfoss legði fram fríggjadagin.
»So fór seinasta bardunin í búskapinum«, skrivar Høgni Hoydal í viðmerking til fjølmiðlarnar.
»Bardunin«, sum formaðurin í Tjóðveldinum sipar til, er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss.
»Sjáldan er nakar vorðin so illa viðfarin og koppaður so runt, sum fíggjarmálaráðharrin, tá hann nú fekk sín umgang í samgongukarrusellini. Eftir alt tos og meldingar um at tálma búskapin og støðga skattalættum, gjørdist úrslitið beint øvugt: Útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár skulu hækka við 255 mió. kr. Hetta er størsti vøksturin nakrantíð í Føroya søgu, og tað kann bert hita búskapin enn meira, og setur spidaran í botn«, skrivar Høgni Hoydal og heldur áfram:
»Skattalættin fyri 2008 verður framvegis 70 mió. kr. fyri landskassan og einar 10 milliónir krónur fyri kommunurnar. Tað er væl meira, enn avtalað varð í samgonguskjalinum og nett tað sama krónutalið, sum Bárður Nielsen upplýsti, tá skattalættin varð samtyktur. At so ein øking orsakað av metingum um búskaparvøkstrinum, broytir onki. Framvegis er talan um 70-80 mió. kr. fyri 2008, sum er tað talið, ið tingið higartil hevur fingið upplýst.«
Víðari skrivar í tjóðveldisformaðurin.
»Skuldi samgongan ikki slitna, noyddist fíggjarmálaráðharrin at sleppa øllum og finna eina forkláring. Hann noyddist at royna at bluffa pressuna og almenningin til tess at fjala hetta ótruliga ábyrgdarloysi, sum onnur hava lagt á hansara herðar. Og tí tosar hann nú um eina tálming í mun til ein mettan búskaparvøkstur í 2008.«
Síðst í innleggium staðfestir Høgni Hoydal: »Neyvan verður nøkur fíggjarlóg samtykt yvirhøvur, áðrenn valið skal útskrivast, men skattalættin stendur eftir.«