Hoydal: ? Hvør sítt mál? Signar og Tórbjørn

? Signar og Tórbjørn

Tjóðveldisflokkurin fer at hava fund um Tórbjørn Jacobsen-málið í næstu viku sigur Høgni Hoydal, sum biðjur allar partar halda høvdið kalt



Nú danska stjófartsstýrið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, hevur landsstýrismaðurin sjálvur heitt á Tjóðveldisflokkin um at viðgera málið. Fær málið rættarligar avleiðingar er hann tilreiðar at taka tær politisku avleiðingarnar. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sum er stæddur í Reykjavík og tí ikki kennir stórvegis til málið, sigur, at landsstýrismaðurin sjálvur ynskir, at flokkurin viðger málið og hevur eina greiða støðu til tað. -Eg haldi, at hetta er ein konsekvent støða hjá landsstýrismanninum, sum er prísverdug, og fer hann at fáa ta viðgerð hann hevur biðið um.

Tá spurningurin um embætisførsluna hjá Signar á Brúnni í SvF-málinum kom fram herfyri segði formaður Tjóðveldisfloksins, at var tað sáddur ivi um embætisførsluna hjá einum landsstýrismanni, so átti hann at fara frá, meðan málið varð kannað.

Vit spurdu Høgna Hoydal, um hann nú fer at biðja landsstýrismannin frá, verður hann ákærdur av fútanum!

? Nú veit eg ikki, hví tit skulu knýta hesi málini saman. Tað eitt slíkt mál snýr seg um er í fyrsta lagi tann løgfrøðiligi og prinsipielli parturin: tvs. verður tað reist ein ákæra, so má man hava eina greiða støðu til tað. Hitt er tann politiski spurningurin: kemur ein landsstýrismaður út í eitt mál, sum sáar iva, um hann kann røkja sítt starv fult út, so skal man taka avleiðingarnar av tí. Og tað er hetta vit mugu meta um, um hetta er eitt mál, sum sáar iva um politiska arbeiðið hjá einum landsstýrismanni sigur Høgni Hoydal.

? At tað verður reist ákæra móti einum landsstýrismanni, er tað ikki ivi nokk?

? Jú, um ákæran verður reist. Men nú vita vit ikki, um ákæra verður reist. Tað einasta vit vita er, at landsstýrismaðurin sjálvur hevur boðað frá, at hann hevur fingið eitt bræv, og at hann hevur boðað frá, at hann er tilreiðar at taka avleiðingarnar. Hetta kann man tí als ikki knýta saman við málið um Signar á Brúnni, sum var eitt mál um stýrisskipanarlóg og eitt mál, sum løgtingið, ið hevði eftirlit við landsstýrinum, hevði reist sjálvt.

Høgni Hoydal sigur, at í Signar-málinum varð reistur ivi um hansara embætisførslu, og tá helt hann tað vera rætt, at landsstýrismaðurin fór frá, meðan málið varð kannað. -Hetta málið snýr seg um ein skipara á einum skipi, sum øll vita av er farið á land, og sum 10 mánaðir aftaná fær eitt bræv frá danska sjófartsstýrinum um, at teir heita á fútan um at reisa ákæru. Fyri hvat vita vit ikki. Spurningurin her átti at verið, hví man reisir ákæru 10 mánaðir eftir og sáar hetta nakran iva um tað, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt í síni embætisførslu í landsstýrinum?

Høgni Hoyal sigur tí, at er hetta ein ivi um embætisførsluna hjá einum landsstýrismanni, so er tað ein álvarsligur politiskur trupulleiki. -Verður ein ákæra reist, so hava vit ein prinsipiellan trupulleika, sum snýr seg um, hvat man ger, tá ein landsstýrismaður kemur uppá kant við lógina.

Formaður Tjóðveldisfloksins vísir á, at vit hava greiðar reglur fyri tingmenn men ikki fyri landsstýrismenn. - Og har hevur landsstýrismaðurin longu sjálvur boðað frá, at hann vil taka avleiðingarnar.

? Nú var Tjóðveldisflokkurin rættiliga avgjørdur í málinum um ákærurnar móti John Petersen, at hann átti ikki at sitið sum landsstýrismaður, meðan tað málið bleiv kannað!

? Nú eiga vit ikki at blanda mál saman. Tað er ein himmalvíður munur á, um ein landsstýrismaður hevur koyrt ov skjótt, um hetta snýr seg um smálutir ella álvarsligar ákærur. Tað vita vit ikki. Tað ræður um at halda høvdið kalt og ikki vevja alt saman í ein ellibita.