Skal koyrast millum sunnara og norðara part av Suðuroynni í nátt, so er gamla farleiðin um Hovsegg einasta leið, tí í nátt verður Hovstunnilin stongdur.
Landsverk skrivar soleiðis:
Hovstunnilin verður stongdur frá hóskvøldinum 22.05.2025 frá kl. 22.00 til fríggjamorgunin 23.05.2025 kl. 06.00.
Koyrandi er um Hovsegg meðan arbeiðið er í gongd.