Hóttanir móti skúla í Danmark

Ein hóttan um álop er sett fram móti Zeeland Business College í Ringsted í morgun, váttar stjórin á skúlanum fyri Ekstrablaðnum.

 

Av hesi orsøk er løgreglan farin mannsterk út at verja fýra deildir hjá skúlanum í Ringsted, Vordingborg, Roskilde og Næstved. Løgreglan stendur á varðhaldi um allar fýra deildirnir. Ítøkiliga hóttanin er tó móti deildini í Ringsted.

 

Einki illgrunasamt er sæð rundan um skúlan, men hóttanin varð funnin á sosialu miðlunum og tí vóru tiltøk sett í verk.

- Tá vit ringdu til løgregluna at boða frá, fingu vit ta fatan, at hon longu kendi til hóttanina og hevði sett tiltøk í verk, sigur stjórin.

 

Hóttanin varð skrivað á netsíðuni 4chan um hálvgum átta tíðina í gjárkvøldið.

- ZBC Ringsted, eg hevði hildið frí í morgin, um eg var tit, skrivar ein ónevndur persónur og kroykir eina mynd av einum manni ílatin masku við boðunum.

 

- Øll eru sera órólig, bæði næmingar og lærarar, sigur skúlastjórin.