Hótta við laksakríggi móti Noreg, Íslandi og Føroyum

Í Niðurlondum halda tey tað vera álvarsamt, at londini veksa um sínar veiðimøguleikar, serliga eftir makreli. Tí vilja niðurlendingar nú seta tiltøk í verk, sum skulu raka útflutningin av laksi.

Orsøkin til, at Niðurlond nú hótta við tiltøkum móti Noreg, Íslandi og Føroyum er, at londini eftir teirra tykki fiska ov nógv í Norðuratlantshavi, har skip úr Niðurlondum eisini fiska.

 

Tað er serliga veiðan eftir makreli sum órógvar.

 

Fyri at raka veitararnar harðast møguligt umhugsa Niðurlond sambært De Telegraaf, sum iLaks endurgevur, at steðga innflutningi av laksi úr hesum trimum londunum. 

 

Í kjaki í parlamentinum í Amsterdam hevur høgra liberali stjórnarflokkurin, VDD og Kristin Demokratiski CDA víst á, at Noreg, Ísland og Føroyar "systematiskt" seta sínar kvotur ov høgt, sum aftur førir til ovfisking.

 

##med2##

 

Fiskimálaráðharrin í Niðurlondum, Carola Schouten, váttar, at hon saman við øðrum fiskivinnutjóðum í ES fer at hyggja eftir, hvørji tiltøk kunnu setast í verk móti Noreg, Íslandi og Føroyum.

 

Hon heldur tað vera álvarsamt, at londini í Norðuratlantshavi veksa um sínar veiðimøguleikar, serliga eftir makreli.

 

Carola Schouten fer eisini at hyggja at, hvørja ávirkan møgulig tiltøk kunnu hava á fiskiídnaðin í Niðurlondum. Tí fer hon at biðja Brússel um eina kanning av, hvørji tiltøk kunnu setast í verk á ein málrættaðan hátt.

 

Niðurlond eru sambært Norges Sjømatråd fjórð størsta keyparaland av norskum laksi við 62.588 tonsum fyrstu trý fjórðingsárini í ár, og í Niðurondum er munandi góðskingarídnaður.

 

Haraftrat hevur Schipol-flogvøllurin nærindis Amsterdam stóran týdning sum transitthavn fyri útflutning av fiskavørum úr Norðuratlantshavi.

 

 

 

Carola Schouten vil hava tiltøk sett í verk móti Noregi, Íslandi og Føroyum.