Krimi
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Anne Holt, Madam President, Gyldendal, 2007
Norska krimidrotningin Anne Holt tekur við seinastu bók síni, Madame President, eitt stórt fet út á tann altjóða thriller-pallin við søguni um amerikanska forsetan, sum hvørvur í norska høvuðsstaðnum. Um ein líltan mánað vitjar ein fyrrverandi amerikanskur forseti í Føroyum, men vónandi verður hansara vitjan ikki so dramatisk, sum tá ið Helen Lardahl Bentley vitjar í Noregi í hesari bókini.
Anne Holt dugir frágera væl at gera sínar søgur spennandi. Hon skapar pallsetingar og flytir seg trygt millum hesar. Tað hongur allatíðina nakað spennandi í luftini, tá ið pallsetingin skiftir.
Sjálv søgugongdin er fangandi og spennandi, og sum aðrir norðurlendskir krimihøvundar dugir Anne Holt væl at gera sínar persónar livandi. Tey, sum hava lisið aðrar bøkur hjá Anne Holt, kennast við løgreglukvinnuna Hanne Vilhelmsen, sum fyri nøkrum bókum síðani varð skotin. Nú hitta vit hana aftur í hesari bókini, har teir nýggju høvuðspersónarnir Inger Johanne Vik og Yngvar Stubø eisini eru við.
Vit fylgja hendingum ymsastaðni í heiminum, og so líðandi verður alt knýtt saman til eina samanhangandi – og realistiska – søgu við stórum spenningi og framúr góðum undirhaldi. Krimisøgurnar – thrillarnir - gerast ikki nógv betur enn tær hjá Anne Holt.