Tað var í endanum av apríl, tað var kalt og várið var ikki komið rættiliga í gongd. Eg pakki og fyri einaferð skyld er taskan ikki so tung, men eg veit eisini, at ljóðførini verða tung at bera. Hetta er ikki bara ein stuttleikaferð, vit skulu umboða Føroyar á heimsins størsta hornorkesturkapping.
Eg seti vekjaran tíðliga, »eg má ikki forsova meg« melur runt í høvdinum og eg sovi ikki nógv ta náttina.
Vit hittast á flogvøllinum í Vágum, lagið er gott og vit eru øll spent. Vit skulu skifta í Keypmannahavn, tað ger einki haldi eg, so kann ein hyggja í handlum, keypa gávur og fáa mær okkurt at eta akkurát sum eg síggi at klokkan er nógv og útgongdin til flogfarið er hinumegin flogvøllin. Skjótt fáa matin niðurum, taska, posi, jakki, havi eg alt við?
Eg gangi skjótt, næstan renni, er tað veruliga so langt?
Restin av orkestrinum og hini eru longu á sínum pláss, tá ið eg tríni inn, typiskt eg, altíð seinast!
Skemt og látur og ein og annar eingilskmaður vendir sær við! Vit setast í Manchester og koyr atveir drúgvar tímar til Birmingham á einum óinteressantum motorvegi (nája, vit sóu Aston Villa vøllin fjart og nakrir »fótbóltsfan« royndu at taka nøkur hoppandi bíløt gjøgnum bussvindeyga, úrslitið óvíst).
Troytt og móð verða vit stúgvað inn í Frelsunarherhúsið, sum tey so fitt hava lænt okkum at venja í, so eftir at hava ferðast í allan dag sita vit nú og venja tríggjar tímar og í pausunum njóta kvøldarluftina, her luktar vár!
Um midnátt fara vit aftur ein busstúr til okkara hotell. Tað er eitt fitt, lítið hotell, sum virkar meira at vera í einari bygd, enn í einum milliónbýi sum Birmingham.
Tey lovaðu okkum at venja í barrini morgunin eftir, so tað var eingin hotellgestur, sum slapp at sova eftir kl. tíggju. Tað var eisini ein roynd í hvat ein kann brúka til nótastativ og við einum góðum vilja vísir tað seg at tað mesta kann brúkast til nótastativ, fyri ikki at tala um slagverksinstrument!
Nú byrja nervarnir at gera um seg, tá ið vit fara til Birmingham Symphony Hall. Vit sleppa fyrst at síggja konserthølið.
Vit stóðu málleys!
Høllin, sum tekur umleið 5000 fólk, hevði áskoðarapláss í fimm hæddum og ein mátti ikki hava hæddarskrekk, um ein ætlaði sær at sita á teimum ovastu hæddunum. Gott pláss var eisini á pallinum, risastórt kirkjuorgul og høgt uppi, oman fyri orglið, í veggunum aftan fyri pallin vóru fýra stór rúm við risastórum lúkum. Tá ið lúkurnar verða latnar upp, verður ljóðið á pallinum 50 prosent harðari og sjálvt um ein situr aftast í salinum, ljóðar tað, sum um ein situr fremst!
Eftir at hava sæð høllina, vóru vit ikki minni nervøs, men vit vóru meira fyrireikað uppá, hvat lá fyri framman.
Áðrenn kappingina fingu vit frí nakrar tímar at eta og ganga runt í býnum. Vit fingu eisini høvi til at hoyra Europeiska Ungdómsorkestrið, har tveir ungir føroyingar spældu við: Jóhan Hentze úr Fuglafirði og Joan Poulsen úr Havn, sum gjørdu ein rósverdan innsats har. Tað var imponerandi at hoyra so nógv hasi ungu, begávaðu fólkini høvdu klárað at vant og lært uppá bara nakrar fáar dagar!
Orkestrini til kappingina verða býtt upp í tveir bólkar: Championship og fyrsta bólk, vit skuldu kappast í fyrsta bólki og har kappaðust vit móti Finlandi, Frankaríki og Írlandi. Tað bleiv drigið nummar um raðfylgjuna, vit skuldu spæla í, og vit vóru triðja orkestrið á skránni.
Okkara konsertklæði vóru svørt og á bringuni klistraðu vit eitt merki við føroyska flagginum á (eitt sovorðið klistrimerki, sum kioskir selja til turistar í Føroyum), burtufrá sá tað flott út.
Vit klistrimerkjunum upp á pláss og instrument í hondunum fóru vit fyrst inn at skriva undir pappírini. Eg hevði sjálv nógv at bera og kom eitt sindur aftan á hinum. Tá ið eg kom út úr skiftirúminum, vóru øll longu farin. Við føvninginum fullum av instrumentum og stativum upp til høkuna, fór eg rekandi gjøgnum trappur og gongdir, upp og niður, aftur og fram, tað er ikki eiti á at villast í Symphony Hall! Eg spurdi ein av duravørunum, sum til endans fann fram til hini.
Vit hitaðu upp og nøkur av okkum fóru fyrst at seta slagverk, stativ og stólar upp á pláss. Tá ið vit nærkaðust pallinum spældi Frankaríki og tað var eitt fýrverkarí av hørðum nótum! Eitt ringt og krevjandi, men ikki serliga pent stykki, har styrkin varieraði millum øgiliga hart og ógvuliga hart!
Vit hugdu bilsin eftir hvørjum øðrum!
So var endiliga stundin komin og vit fóru fyrst inn at seta alt upp á pláss. Tað er stressandi at seta ting upp á pláss, tá ið so nógv fólk hyggja at, so stressandi at í skundinum blivu nakrir nótar burtur og meðan øll bíðaðu, máttu vit finna fram nýggjar. Okkara orkesturleiðari, Steven Foggin, gjørdi tá (óbevíst) eitt eykanummar við at fara av pallinum og nøkur sekund seinni koma inn aftur hinumegin, tað fekk fólkini til at flenna og okkum at sleppa av eitt sindur.
Vit spældu tvey stykki. Kravt stykki var »Corpus Christie« av Robert Redhead og okkara val var »Oceans« av Goff Richards. Tað gekk væl!
Vit fóru aftur á hotellið og bíðaðu eftir úrslitinum. Nøkur av okkum fóru aftur til Symphony Hall fyri at hoyra kvøldarkonsertina og fáa úrslitið og premiuna, sum var ein trombon til hvørt luttakandi orkestur.
Vit hoyrdu fyrst eitt av heimsins bestu orkestrum, »JJB Sportsband«, spæla og eg haldi høkan hjá mær fór longur og longur niður meðan tey spældu! Tað var ein sonn gleði at hoyra musikarar á sovorðnum støði!
Tá ið tað var tíð at fáa premiur settu vit okkum næstan fremst og tó, hóast tað ikki var loyvt, bleiv eitt myndatól smuglað inn til hesa stóru løtu. Ungdómsorkestrið spældi millum talurnar og vit fingu fyrst at vita, at Finland var komið á annað plássð. Finnarnir jublaðu! Frankaríkið vann og fransmenninir hoppaðu og skrálaðu! Írland kom á fjórða plássið og tá jublaðu vit, tí tað var tað sama sum at Føroyar vóru komnar á triðja plássið. Tað er tað besta úrslitið nakað føroyskt hornorkestur hevur havt!
Vit vóru enn meira fegin, tá ið vit vóru komin aftur á hotellið og í viðmerkingunum frá dómarunum kundu lesa, at vit vóru á deildum øðrum plássi á kravda stykkinum! Tað er flott, tá ein hugsar um, at í mun til hini orkestrini, so er ein stórur partur av okkara orkestri ungdómar!
Vit fingu eisini okkara trombon, sum bleiv móttikin av okkara trombonspælara, Finni Jóan Jacobsen úr Sørvági.
Hetta var ein túrur, sum vit leingi fara at minnast og vit vóru avgjørt ikki farin til Onglands fyri einki!
Eg vil takka okkara orkesturleiðara, Steven Foggin, mínum orkesturfelagum og okkara stuðlum, sum gjørdu ferðina møguliga!!!
Anki