Hópin av fólki á Café Gloria

Í morgun varð boðið til Bindicafé á café Gloria, har væl av damum serliga møttu upp við stokkum til binding. Eisini fekst ein koppur av kaffi og ikki at forgloyma ein sera vælsmakkandi fiskasuppa

 

Tað var Poulina Eliasen sum legði lag á bindingina við serligari frágreiðing og mynstrum at binda sokkar/hosur við holmynstri.

 

Her var hugni og nóg prát afturvið drekkamunninum og fiskasuppuni.

 

Mikudagin 20. februar  kl. 11.30 – 20.00 verður stór Fiskabufé á café Gloria.

 

Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, lyppir, kjálkar, knettir, frikadellir, feskanfisk-livur og rogn, laks og annað.

 

Eisini verður kaffi/te og køkur

 

Fríggjadagin 22. februar  kl. 09.00 – 13.00 verður Morguncafé á café Gloria.

 

Hendan morgunin veður møguleiki hjá úróðrar- og fiskimonnum at hittast og hugna sær saman.

 

Møguleiki verður at fáa morgundrekka og fiskasuppu.

 

Fríggjadagin 22. februar kl. 19.00 – 21.30 verður Gekkakvøld á café Gloria.

 

Vælkomin á café Gloria at spæla gekk, aftaná  verður musikcafé.

Kaffi/te og okkurt leskiligt er at fáa

 

Hans Jacob Østerø, Klaksvík sýnir fram tekningar, til tiltøkini á café gloria í Torravikuni