Hondbóltur, kvinnur: Neistin og VB fingu fult

Neistin vann á StÍF, sum er botnproppur. Úrslitið varð 27-16. Hálvleiksstøðan var 11-7.

Liðini togaðust um leiðsluna fyrstu løtuna, men so fór Neistin avstað. Aftaná steðgin skrædnaði millum liðini.

Barbara Brauer, Neistin, var toppskjútti við 10 málum.

 

VB vann greitt við 10 málum, tá VÍF vitjaði í Vági seinnapartin.

Kvinnurnar úr Vági vunnu 28-18. Hálvleiksstøðan var 14-8.

Heimaliðið fór undan gestunum, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. VÍF hótti ongantíð leiðsluna aftaná tað.

Justina Balzarviciute, VB, var toppskjútti við 9 málum. Liljan Djurhuus skeyt flest mál fyri VÍF. Hon fekk sjey mál.

 

STIGATALVAN:

 

1. Stjørnan ? 20 stig

2. Neistin ? 17 stig

3. Tjaldur ? 15 stig

4. Kyndil ? 10 stig

5. VB ? 9 stig

6. VÍF ? 4 stig

7. StÍF ? 1 stig

 

Tjaldur og Kyndil spæla í Runavík í morgin.