Holva Fish fingið umhvørvisgóðkenning

Fiskavirkið hjá P/F Holva Fish í Vági fingið umhvørvisgóðkenning, boðar Umhvørvisstovan frá.

 

Fiskavirkið hjá P/F Holva Fish í Vági fingið umhvørvisgóðkenning.

Tað skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu.

Virkið hevur áður havt umhvørvisgóðkenning, men var tað einans til móttøku av botnfiski. Nú fer virkið eisini at taka ímóti slógvi frá pelagisku vinnuni. 
Slógvið kemur við tangabili, verður pumpað inn á virkið og fryst. Slógv frá botnfiskavinnuni kemur ísað í kørum, og verður malið og fryst. 



Í sambandi við viðgerðina av umhvørvisgóðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at spillivatn frá framleiðsluni skal innihalda so lítið sum gjørligt av fiskarestum, feitti o.ø. Harafturat er dentur lagdur á, at virksemið ikki skal elva til luktampar í nærumhvørvinum.