Holst vann á Christian Høgna

Hvørki Christian Lamhauge Holst ella Christian Høgni Jacobsen vóru á vøllinum frá byrjan, tá ið teirra feløg hittust í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Silkeborg vann heimadystin 2-0. Holst kom á vøllin, tá ið tað restaðu 7 minuttir, men hann náddi at fáa eitt gult kort. Christian Høgni varð settur inn, tá ið 20 minuttir vóru eftir at spæla.