Holst og teir strúk avstað

Oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann í gjár stórsigur. Lyngby spældi á útivølli ímóti HIK, og Lyngby vann 4-1. HIK fekk ein spælara vístan av vølli eftir 33 minuttir, og 10 minuttir inn í seinna hálvleik fingu teir eitt reytt kort afturat. Tá var støðan longu blivin 4-1, og fleiri mál komu ikki í dystinum. Christian Lamhauge Holst spældi allan dystin fyri Lyngby, men hann skoraði ikki hesaferð. Tað gjørdi hinvegin Anders Jochumsen, sum gjørdi fyrstu trý málini hjá Lyngby.