Christian Lamhauge holst hevur altíð havt sítt hjarta í Lyngby, og við danska blaðið BT sigur hann, at hann helst vil vera við til at lyfta Lyngby upp aftur í Superliguna.
Nú bendir tó alt á, at hann ikki sleppur at vera við til tað. Christian váttar fyri blaðnum, at sáttmálasamráðingar hansara við Lyngby eru slitnaðar, og at hann ikki veit, hvat nú fer at henda. Hann hevur tó hoyrt um áhugan úr feløgum frá Superliguni, og sambært BT eru uppflytararnir úr Vejle eitt av teimum tveimum feløgunum, sum hava sýnt honum áhuga.
Við sínum níggju málum gjørdist Christian Lamhauge Holst toppskjútti í Lyngby farna kappingarár.