Hollendskur leikstjóri í Klaksvík: Málið er eingi trupulleiki

Caroline Zantonique leikstjórnar føroyskum leiki á enskum, men tað heldur hon ber væl til. Klaksvíkar Sjónleikarfelag er farið undir venjingarnar til leikin Afturgongur, sum Henrik Ibsen skrivaði

 

Í farnu viku setti Klaksvíkar Sjónleikarfelag hol á venjingarnar til leik, sum felagið fer at spæla í mars mánaði.

Talan er um ein av kendsastu leikunum hjá norðmanninum Henrik Ibsen, og á odda fyri leikinum stendur hollendski leikstjórin Caroline Zantonique.

Hon er komin til Klaksvíkar at seta Ibsen-leikin upp, og hóast hon skal leikstjórna á enskum, metir hon tað ikki verða nakran trupulleika.

? Eg skilji ikki føroyskt til fulnar, hóast eg kenni nógv orð, men tað ber væl til at leikstjórna hóast hetta. Um tú fylgir væl við og lurtar, so veitst tú, um leikararnir skilja tað, sum teir siga, og um teir bera tað fram á rættan hátt, sigur hon.


Gekkurin er lærari

Caroline Zantonique tosar flótandi enskt, men hon roynir eisini at læra seg nakað av føroyskum.

Ein av lærarunum hjá henni er Gekkurin í Sjónvarpinum.

? Har kann eg læra nógv av tølunum, tí tey verða lisin so týðuliga upp, samstundis sum eg síggi tey. Tað er júst sum ein skúli, sigur hon flennandi.

Caroline var í Føroyum í tríggjar mánaðir í fjør sum ferðafólk, og tað var á hesi ferðini, at hon fekk samband við Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Síðani hevur hon samskift eitt sindur við sjónleikarfelagið í Klaksvík, og endin var, at hon kom hendan vegin at leikstjórna.

Fyrsta uppgávan hjá henni sum leikstjóri var í 1993, tá hann var búsitandi í Dublin. Síðani hevur hon havt nógvar uppgávur heima í Hollandi.


Skrivaði leik tá hon var átta

Áðrenn hon byrjaði sum leikstjóri, var hon leikari.

? Eg byrjaði at spæla sjónleik, tá eg var seks ára gomul, og longu tá eg var átta, skrivaði eg mítt fyrsta leikrit. Tær var ein leikur upp á eina síðu við einum sera moralskum boðskapi, greiðir hon frá.

Í 1989 fór hon á sjónleikarskúla í Utrecht, haðani hon er ættað og uppvaksin.

? Eg havi spælt nógv leikir, men eftir at eg byrjaði sum leikstjóri, havi eg havt minni hug at spæla og betri hug til at leikstjórna, sigur Caroline.

? Tá tú fyrst hevur roynt teg sum leikstjóri, hevur tú ilt við at venja teg aftur til leiklutin sum leikari, tí tú hevur ofta tínar egnu hugsanir um, hvussu leikurin skal spælast, og tær eru ikki altíð tær somu, sum leikstjórin hevur.


Ibsen avbjóðandi

Leikurin, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag er farið undir at venja, er ein av teimum best kendu og mest spældu hjá Henrik Ibsen ? Afturgongur, sum hann skrivaði í 1881.

? Ibsen er ein av mínum favorittum og tað er spennandi at arbeiða við leikum hjá honum, tí tað verður so nógv sagt millum linjurnar. Tað, sum verður sagt í leikinum, greiðir ikki frá øllum, og tí mugu áskoðararnir eisini lesa millum linjurnar, sigur Caroline Santonique.

Krevur hetta ikki meira av áskoðarunum?

? Jú, tað ger tað kanska, men soleiðis er við Ibsen. Sjónleikur skal heldur ikki bara verða lætt undirhald. Sjónleikur skal eisini fáa fólk at hugsa og seta leikin í samband við sítt egna lív.


Øðrvísi byrjan

Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur nú vant leikin í meira enn eina viku, og Caroline Zantonique hevur lagt fyri á sín heilt serstaka hátt.

? Vit gera nógv burtur úr at tulka leikin, persónarnar, hendingarnar og súmbolikkin í leikinum. Leikararnir hava spurt meg, hví hetta er neyðugt, tí teir eru ikki vanir við slíkt. Men eg haldi, at tað skal leggjast eitt gott grundarlag undir leikinum, tí tað ger alt so nógv lættari seinni, sigur leikstjórin.

? Tað er umráðandi, at leikararnir til fulnar skilja, hvat tað er, sum fer fram í leikinum, og hvussu teir skulu bera seg at. Eg havi eisini sagt teimum, at tað er týdningarmikið, at teir eru opnir og royna seg, hóast hetta er óvanligt.