Hollendskir toppdystir avlýstir

Hollendska løgreglan er farin í verkfall, tí teir ynskja meiri í løn, og hetta ávirkar dystarskránna í Amsterdam og Rotterdam, skrivar Ritzau.

Borgarstjórarnir í báðum býunum hava av ótta fyri ófriði frá áskoðarunum tikið avgerð um at avlýsa dystirnar í fremstu hollendsku deildini, sum eftir ætlan skuldu verðið spældir um vikuskiftið.

Dystirnir eru toppuppgerðin í Amsterdam sunnudagin millum Ajax og nr. 2 í kappingini, PSV Eindhoven, og dystin í dag millum Feyenoord á 3. plássi og AZ Alkmar.

Løgreglan krevur uml. 1500 kr. meiri í løn um mánaðin.

Enn er óvist, nær avlýstu dystirnir verða spældir.