Tað tykist, sum skulu nøkur týðandi hol fyllast, um B36 aftur skal gera seg galdandi í føroyska fótbóltsoddinum í 2008.
Tað er greitt, at Jákup Mikkelsen ikki heldur fram sum málverji hjá B36, nú hann er liðugur við læraraútbúgvingina og er fluttur aftur til Klaksvíkar.
Hartil er eisini ivasamt, um Fróði Benjaminsen fer at halda fram í felagnum. Formaðurin í B68 hevur alment váttað, at teir fegnir vilja hava Fróða aftur til heimbygdina, og tað ljóðar eisini, at NSÍ, EB/Streymur og HB øll liggja fram við í royndunum at fáa spælaran úr B36.
- Eg havi einki sum helst gjørt av. Eg veit væl, at gitingarnar eru nógvar, men teimum má eg bara flenna at. Fyrst og fremst havi eg savnað tankarnar um at spæla fyri B36, og eg havi alla tíðina sagt, at eg onga avgerð takið, fyrr enn kappingin er liðug, sigur Fróði Benjaminsen.
Umframt teir báðar føroysku landsliðsspælararnar er eisini sera ivasamt, um Sylla heldur fram í felagnum.