Hol á oljuleiðing

Norske Shell noyddist at steðga framleiðsluni á einum palli í Norskahavinum, tí ein rørleiðing er farin at leka. .

Kunningarstjórin hjá felagnum sigur, at umleið 100 rúmmetrar av olju runnu út í havið, men at tað mesta varð savnað saman og er fingið upp. Í gjár var bert lítil olja eftir. Hinvegin er felagið ikki komið eftir, hvar lekin er, men tað verður nú kannað. So leingi framleiðslan liggur still, rennur ikki meiri olja út í havið.

Draugen-pallurin er á Draugen-leiðini á Haltenbankanum einar 80 fjórðingar vestan fyri Kristiansund. Vanliga framleiðir pallurin einar 200.000 tunnur av olju um samdøgrið, men Norske Shell sigur, at framleiðslan fer ikki í gongd aftur, fyrr enn lekin er funnin og tettur.