Tá tað er val, er tað altíð spennandi, men júst hetta løgtingsvalið er nakað heilt serligt! Vit hava upplivað nógvar avbjóðingar og broytingar seinastu árini, og tað eru øgiligar hugsjónarligar rembingar í samfelagnum. Tískil er løgtingsvalið hesaferð ikki bert eitt val ímillum flokkar og politiskar hugsjónir. Tað er eisini eitt val, ella kanska eitt stríð, um grundleggjandi virðir og hvønn grundvøll hetta landið framhaldandi skal byggja á.
Áðrenn vit fara á val í ár, so er tað nokk umráðandi at vit persónliga gera upp hesum viðvíkjandi. Hvønn grundvøll ynksi eg, at landið skal byggja á? Hvørji grundleggjandi virðir eru umráðandi fyri meg?
Stríðið stendir um framtíðina hjá hesum landi og fólki. Tað eiga vit at kunna savna okkum um, og tað eigur at vera sett í miðdepilin. Endamálið, ið vit stríðast fyri, má verða meiri týdningarmikið enn okkara ego og partapolitiskt møsn.
Tískil velji eg at grunda mína politisku grundhugsjón á eina kristiliga politiska hugsjón og tey virðir, ið hartil hoyra. Tað skal eg ikki fara út í æsir við her, men í hesum sambandi eru tað m.a. trý ting, ið provokera meg við sitandi løgtingi!
Vit hava fingið eitt fátækramark, men onga hjálp til tey fátøku! Vit hava eitt tilmæli um rúsdrekkapolitik, men onga dagføring! Vit liva av tilfeinginum í havinum, men eingin nýskipan er framd!
At 33 fólk ikki kunnu síggja framum sína egnu nøs og miðsavna seg um Føroyar nóg mikið til at fáa hetta ígjøgnum er ótrúligt!
Eg hopi at fokusið á Føroyar í valstríðnum og í komandi valskeiði verður størri enn ynksi um at sjálv-profilering og partapolitiskt volapyk. Gamaní er hettar ein partur av spælinum, og tað veit politikarin og veljarin sjálvandi. Men vit mugu bara ansa eftir, at vit ikki kortini verða lumpað av føgrum orðum og politiskum hokus pokus.
Tí tað er grundvøllurin og virðini sum halda, tá politisk rák venda og vallyftini svíkja!
Gott val!
Vh.
Rani Andrasson Skaalum