Í kvøld spældi Hørður H. Askham sín fyrsta heila dyst fyri FC Roskilde í næstbestu donsku fótbóltsdeildini aftaná skiftið frá AB, ið spælir í triðbestu deildini.
Hørður spældi í dag á verjukenda miðvøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Roskilde knógvaðu fyrsta stigið hetta kappingarárið.
Roskilde sum hevði tapt seks av seks dystum undan dystinum í dag megnaði í kvøld javnleik 0-0 móti Kolding á útivølli.
Roskilde er næstaftast í deildini við einum stigi. Sjey stig eru upp til B93 á triðaftasta plássinum.
Komandi leygarkvøld klokkan 18 tekur Roskilde móti Esbjerg á heimavølli.
Esbjerg sum er uppflytari er fjórðfremst í deildini við 12 stigum fyri sjey dystir.