HØJ tapti triðja dystin á rað

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ eru nú bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna

Gongdin er tung hjá Maritu Mortensen og liðfeløgunum í HØJ fyri tíðina.

 

Í dag tapti HØJ triðja dystin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað gjørdist talan um stórtap á útivølli 22-35 fyri Ejstrup-Hærvejen. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-13.

 

HØJ er við 14 stigum fjórðaftast, og bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Triðaftast er DHG við 13 stigum.

 

Marita var noterað fyri eitt mál í dagsins dysti.

 

Komandi leygardag tekur HØJ móti Hadsten á heimavølli.