HØJ heldur fast í oddasessinum

HØJ er eitt stig frammanfyri Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir liggja eftir 23 umfør framvegis á fremsta plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

Seinnapartin vunnu Pauli og liðfelagarnir 35-22 stórsigur á Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne. Í steðginum var HØJ frammanfyri 21-12. Pætur skoraði fýra mál fyri suðuroyggjamenn.

HØJ er fremst í deildini við 42 stigum. Aarhus hevur 41 stig. Skive er nummar trý við 39 stigum. Liðini hava tríggjar dystir hvør eftir at leika. Í næstseinasta umfarinum hava Aarhus og Skive ein innanhýsis dyst.

Team Sydhavsøerne er við 15 stigum bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF vunnu á heimavølli 33-30 (19-14) á Odense. Janus var noteraður fyri tvey mál.

FIF er nummar sjey í deildini við 22 stigum.