HØJ er bert trý stig frá oddinum

Liðið hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen vann tepran sigur á heimavølli

Ein føroyingalið var í dag í eldinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Í Jyllinge-høllini tóku Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ móti Odder.

 

Tað eydnaðist HØJ at vinna ein tepran 31-29 sigur. Odder skoraði til 30-29 tá 20 sekund vóru eftir, men tað eydnaðist Simen Schønningsen at skora til 31-29 tá bert fimm sekund vóru eftir av dystinum, og so var sigurin í hús.

 

Í steðginum var Odder á odda 16-15. Hetta er fjórði sigurin á rað hjá HØJ.

 

HØJ er nummar trý í deildini við 28 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið, Midtjylland sum hevur 31 stig.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19 verður toppuppgerð í Jyllinge-høllini. Tá tekur HØJ móti Grindsted, ið er næstfremst í deildini við 29 stigum. 

 

Grindsted skal tó fyrst spæla móti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC á útivølli klokkan 16.30 í morgin.