Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti Vinnudagin 2024

Góðu tit,

 

Eftir seinasta vinnudag fekk eg fleiri viðmerkingar og skot um, at røðan var ov long. Ja, sum ein annar Tobbi ella Fidel Castro, sáli. Ella Brockmann. So hendan røðan verður vónandi meira: Stuttflutt.

 

Hesin vinnudagurin verður settur í eini tíð, har heimurin allur heldur ondina. Vit vita ikki hvat russarar finna upp á. Vit vita ikki, hvussu amerikanarar fara at velja. Vit vita ikki, um støðan í Miðeystri endar við stórkríggi – ella hvussu spenningurin fer at økjast í Taivan-sundinum. Vit hugsa um teir nærum ófatiligu menniskjaligu sorgarleikirnar, og ta harðskaps- og hatursdagsskrá, sum seyrar gjøgnum heimin, á sosialum miðlum og ígjøgnum øll okkara samfeløg.

 

Vit vita ikki, hvussu veðrið fer at skikka sær, men kunnu bara staðfesta, at einki land ger enn nóg mikið til at minka um útlátini og áleikandi veðurlagskreppuna.

 

Men eitt vita vit. Føroyska vinnan og føroysku búskapurin eru væl fyri, hóast tað í almenna kjakinum javnan ljóðar sum at tað er øvut. Hetta verður eisini staðfest í seinastu frágreiðingini og kredittmetingini hjá Moody’s.

 

Vit vita eisini, at føroyska samfelagið og ikki minst tit í føroysku vinnuni hava prógvað eitt sterkt mótstøðuføri. Og ein smidleika og eitt fimi at tillaga seg og at navigera í mun til tær knappligu broytingarnar og umskiftini – um tað er korona, kríggj, heimsmarknaðir, renta, verkfall ella politiskar skitandi avgerðir. Hetta er ein øgilig styrki, ið liggur djúpt í søguni um, hvussu vit hava yvirlivað og bygt tjóð í hesum landi. At leggja upp fyri skiftandi náttúru, ódnum, veðri, streymi, álopum og umskiftum. Og hetta er jú eitt aðalmál, ið sett verður í nútímans leiðslu og strategium í heimshøpi.

 

Men vit vita eisini, at stór tøk skulu takast. Vit skulu tryggja búskapin og alt tað, sum skal til fyri, at fólk vilja búgva, virka, skapa, arbeiða, fáa børn, útbúgva seg og skapa fyritøkur her heima í Føroyum. Og vit skulu tryggja okkara atgongd til heimin og heimsins marknaðir, har nógv er eftir at gera.

 

Eg eri vísur í, at okkara ungu – heima sum úti – hyggja eins nógv eftir tykkara valum og tykkara avgerðum, tá ið tey skulu meta um sína framtíð í Føroyum, sum tey hyggja eftir politisku avgerðunum og avrikunum.

 

Eg eri sannførdur um, at tey spyrja seg sjálvi, hvussu tey fáa brúkt sínar førleikar her á landi, og um tey kunnu vænta eina gevandi starvsleið, har tey veruliga eru við til at byggja land og framtíð her. Og at vera mitt í verðini her heima.

 

Og føroyska vinnan er sera framkomin á nógvum økjum. Tað stendur ikki eins væl til, tá ið ræður um at ganga heilt nýggjar leiðir, sum krevja nýggjar og øðrvísi førleikar.

 

Vit eiga nógvar góðar fyritøkur, og fleiri teirra eru tøkniliga sera framkomnar. Men eitt nú vinnuliga granskingin er alt ov lítil. Eisini er talið av kt-fólkum í Føroyum, bæði innan privata og almenna geiran, so lágt, at vit eru næst aftast í Evropa. Einans í Grikkalandi er verri statt.

 

Vit duga eisini ov illa at húsast við okkara ríka tilfeingi, og at gagnnýta tað til fulnar.

 

Vit eru ikki nóg væl brynjað til eina framtíð, har vitan og kreativitetur eru týdningarmestu framleiðslufaktorarnir.

 

Tí fegnist eg almikið um, at Vinnuhúsið í dag hevur valt at seta vitlíki og framtíðar vinnur á breddan.

 

Vitlíki kemur buldrandi inn í okkara gerandisdag og ávirkar allar partar í samfelagnum við eini ferð, sum vit als ikki fata. Tað ber ikki til at velja vitlíki frá. Men tað ber til at velja, at vit skulu taka virknan lut í menningini og brúkinum av vitlíki í okkara vinnum og samfelag sum heild. Gera vit einki, koma vit bara at hanga uppi í, og lata globalu aktørarnar ráða.

 

Tíbetur hava vit undangongufólk og fyritøkur, sum hava áræði til at bjóða seg fram og at krevja okkara rætt og mál í talgilda heiminum. Tað eru fólk sum Jonhard Mikkelsen í Sprotanum, hevur verið ein tann fyrsti og størsti forsprákarin fyri at fáa føroyskt mál inn í stóru telduskipanirnar.

 

Tað eru fólk sum Karin Kass og tey á Sjóndeplinum og á Føroyamálsdeildini, sum hava gjørt, at vit í dag hava ein talukennara í heimsflokki, sum kann hjálpa bæði blindum, sjónveikum og øllum øðrum, sum tørva hjálp at skriva talgilt.  

 

Tað eru starvsfólkini á Talgildu Føroyar, sum standa fyri at menna nakrar tær bestu og ódýrastu talgildu loysnirnar til bæði almennar og privatar tænastur, í tøttum samstarvi við føroyskar kt-veitarar.

 

Og ikki minst: Tað eru íverksetararnir í kt-vinnuni, sum fyrr enn vit onnur, síggja møguleikar og finna loysnir til framtíðar avbjóðingar.

 

Vit hava framúr gott fólk, men her krevst enn meira.

 

Vit mugu av álvara seta kt-menning og vitlíki á breddan og nakrar fyritøkur eru tíbetur byrjaðar, sum vit fara at hoyra dømi um í dag.

 

Frá almennari síðu mugu vit eisini seta kt-, vítlíki og ikki minst nettrygd ovast á breddan. Vit skulu útbúgva fleiri kt-fólk,  og finna hættir at brúka nýggju tøknina til at gera almennar tænastur betri og effektivari.

 

Nú, meira enn nakrantíð, mugu vit tora at ganga heilt nýggjar og ótráddar gøtur. Vit mugu tora at líta á førleikarnar hjá ungum fólki, sum arbeiða heilt øðrvísi, enn vit eru von við, og sum fara undir verkætlanir, ið vit als ikki skilja. Vit mugu tora at seta fólk, sum sjálvi evna at skapa síni størv. Vit mugu skapa karmar, ið stimbra íverksetan innan kt og vitlíki. Og íleggjarar mugu tora at gera íløgur í hesi fólk og í fyritøkurnar, sum tey seta á stovn.

 

Eg eri avbera spentur at hoyra fyrilestrarnar í dag, sum burturav eru um framtíðar avbjóðingar og møguleikar. Meðan heimurin heldur ondini, mugu vit brúka andans og handarinnar arbeiði í felag.

 

Eg fari við hesum orðum at seta vinnudagin 2024.

 

Takk fyri.