Týsdagin verður fundur í løgtingsins uttanlandsnevnd, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, fer at ráðføra seg í sambandi við samráðingarnar um svartkjaft fyri 2016.
Sambært grein 54 í Stýrisskipan Føroya skal landsstýrismaðurin ráðføra seg, tá stórar avgerðir skulu takast.
Grein 54 í stýrisskipanarlógini er soljóðandi: Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.
Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.