Eitt tað nýggjasta skipið í føroyska fiskaflotanum, Høgaberg, var í gjár á Fuglafirði, har tað landaði svartkjaft til Havsbrún.
Skipið var so gott sum fullfermt, tá tað kom inn á Fuglafjørð. Havsbrún skrivar á síni heimasíðu, at skipaði landaði umleið 2300 tons av svartkjafti.
Tað er minni enn ein vika síðani, at Høgaberg seinast var á Fuglafirði við fullari last av svartkjafti.
Tað er umleið ein mánað síðani, at Høgaberg kom til landið. Tað er Anfinn Olsen, reiðari í Framherji, ið eigur skipið.

Høgaberg inn við fullari last





