Kosta Rika hevur í dag skakað allan fótbóltsheimin við at vinna 1-0 á Italia. Einsamalla málið í dystinum skoraði Fulham spælarin, Bryan Ruiz. Kosta Rika hevur seks stig eftir at at hava vunnið a bæði Uruguay og Italia.
Undan HM endaspælinum var tosað um, at bólkur D var tann sterkasti av teimum øllum. Tí hvør skuldi koma víðari av Onglandi, Italia og Uruguay. Ongin hevði væntað nakað av Kosta Rika, men teir hava tikið øll á bóli.
Av røttum, so skuldi Kosta Rika havt eitt brotsspark stutt frammanundan 1-0 málið. Sjálvt málið var eitt innlegg úr vinstru, har Bryan Ruiz, sum í ár hevur verið útleigaður til PSV í Hollandi, stóð við handari stong og stútaði hann í málið umvegis tvørstongina.
Úrslitið merkir, at Ongland er úti av HM. Kosta Rika er víðari, meðan Uruguay og Italia, sum møtast í seinasta dystinum í bólkinum, stríðast um hitt atgongumerkið úr bólkinum.
Italia - Kosta Rika 0-1 (0-1)
0-1 Bryan Ruiz, 44
Bólkur D:
1. Kosta Rika 6
2. Italia 3
3. Uruguay 3
4. Ongland 0