HM-lutakast: Satchwell vil møta Kekkia ella Montenegro

Vit hava spurt føroysku EM-hetjurnar hvørjum liði teir vilja, at Føroyar møta í HM-undankappingardystunum í maj

Nicholas Satchwell við familjuni hjá sær aftaná minniliga 26-26 javnleikin móti Noregi í Berlin, 13. januar (Mynd: TV2 Fyn)

Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia. 

 

Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.

 

Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai. 

 

Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru: 

 

Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.

 

Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell: - Eg krossi fingrar fyri eitt sindur av hepni í lutakastinum, og eg vóni, at vit sleppa undan toppliðum sum t.d. Spania. Vit hava áður tikið stig frá bæði Montenegro og Kekkia í EM-undankappingardystum, so tað vildi á pappírinum verið besta lutakastið hjá okkum. Sigur Nicholas Satchwell í stuttari viðmerking til in.fo. 

 

 

 

Nicholas Satchwell við familjuni hjá sær aftaná minniliga 26-26 javnleikin móti Noregi í Berlin, 13. januar (Mynd: TV2 Fyn)