Tað eru nógvir dystir í gongd samstundis í stóru høllini í Seoul

HM-kappingin í dart: Dagurin byrjaði ikki væl føroyingum

Annar dagurin í HM byrjaði við liðkappingini hjá kvinnum. Tey 36 londini í kvinnukappingini vóru býtt í 8 bólkar. Føroyar vóru í bólki við Svøríki, Sveis, Fraklandi og Rumenia

Tað eru nógvir dystir í gongd samstundis í stóru høllini í Seoul

Svensku kvinnurnar vóru hægst styrkismettar í bólkinum, so har vóru ikki nógvar vónir til at fáa nakað burturúr og føroyska liðið hevði eisini ringar royndir við Sveis frá HM-kappingini í 2023. Fronsku kvinnurnar kendu føroysku leikararnir einki til, meðan rumenska liðið vistu leikararnir vóru á nøkunlunda sama stigið sum Føroyar. Vónirnar at koma víðari úr bólkinum vóru ikki stórar, men málið var at fáa minst ein sigur.

Dagurin byrjaði illa hjá føroyska liðnum. Fyrsti dysturin var móti Sveis og Føroyar taptu 9-0. Tølini lúgva eitt sindur, tí føroysku kvinnur vóru væl við í nógvum av settunum, men einki bar til, tá settini skuldu lukkast. Nervar spældu allarhelst ein leiklut, og føroysku kvinnurnar eru heldur ikki so vanar við at spæla liðdystir, sum føroysku menninir eru. 

Næsti dysturin hjá Føroyum var móti Fraklandi. Føroyar komu á odda 2-0 við góðum spæli hjá Jónu Miðalberg og Beintu Joensen. Frakland vann síðan 5 sett á rað og kom upp á 5-2. Spenningur kom í aftur dystin, tá Annika Joensen og Kristbjørg V. Reinert fingu minkað til 5-4. Men so kom vend í aftur og Frakland tók næstu 4 settini og vann dystin 9-4.

Triði dysturin var móti Rumenia og hann gjørdist júst so javnur, sum roknað var við. Tey flestu settini vóru tøtt, men Rumenia legði seg á odda 6-2. Føroysku kvinnurnar minkaðu tó skjótt til 6-4 og løtu seinni var javnleikur 7-7. Men so vóru føroysku kvinnurnar akkurát ov stuttar í seinastu settunum og Rumenia vann 9-7.

Í síðsta dystinum móti Svøríki vóru vónirnnar lítlar og Svøríki vann eisini dystin greitt 9-2.

Einmansleikur hjá monnum

Teirr fýra føroysku menninir skuldu í morgun royna seg í einmansleiki. 184 leikarar vóru við. Kappingin var skipað sum cup-kapping.

Petur Thomsen var tann fyrsti at royna seg. Hetta var móti Vegar Elvevoll úr Noreg, sum føroysku leikararnir kendu væl frammanundan. Vegar spældi sera væl tey bæði fyrstu settini og kom eisini á framm um 2-0. Triðja settið var púra javnt, men Petur rakti ikki doublarnar og so var 3-0 til Vegar. Men so vendi dysturin og Petur tók yvir og vann fjóðra sett. Petur var eisini langt frammanfyri í 5 setti, men aftur her kostaðu misnýttir doublar, og so fór Vegar avstað við sigrinum 4-1.

Jan Macintosh møtti í fyrsta dystinum Daniele Petri úr Italia. Jan byrjaði dystin sera væl og lukkaði fyrsta sett við einans 13 pílum. Men Petri smæddist ikki burtur og javnaði til 1-1 við 14 pílum. Í triðja setti førdi Petri stórt, men Jan fór avstað við settinum. Í fjórða setti var øvugt, Jan førdi stórt, men kiksaði 5 pílar eftir double 16 og so var 2-2. Nú fekk Petri mentala yvirtakið og vann yvirbevísandi næstu tvey settini og so var Jan útsligin.

Allan við Rætt skuldi royna seg móti Ethan Pulham frá Gibraltar. Hetta gjørdist ein sera javnur dystur. Allan kom framm um 2-1 og hevði 5 pílar til at leggja seg á odda 3-1, men Pulham javnaði til 2-2. Tað gjørdist eisini 3-3 í sera jøvnum settum. Sjeynda settið var akkurát líka javnt sum hini. Men Pulham kastaði fyrst og kom eisini fyrst á lukking og tók av beinanvegin, so Pulham vann dystin 4-3. 

Jan Erik Fjallstein var síðsti maður at royna seg í dag. Mótstøðumaðurin var Lindsay Haji-Ali úr Australia. Australia hevur nógvar góðar dartspælarar, men júst hesin var rættuliga ókendur. Jan Erik kom á odda 1-0, men so kom verulig gongd á hjá Lindsay og hann hevði munin næstu 3 settini uttan at Jan Erik ordiliga kláraði at hótta hann. Í 5. setti hevði Jan Erik 3 pílar til at fara avstað við settinum, men í dart eru tað millimetrar sum gera, um tú tapir ella vinnur. Jan Erik lukkaði ikki og Lindsay lukkaði beinanvegin og so fór hann avstað við sigrunum 4-1. 

Hvørki menninir ella kvinnurnar vóru serliga væl nøgd við dagin í dag, men í morgin eru aftur fleiri dystir á skránni. Tá skulu menninir royna seg í tvímansleiki, meðan kvinnurnar skulu spæla einmansleik.

 

 

 

Tað eru nógvir dystir í gongd samstundis í stóru høllini í Seoul

Allan við Rætt í dysti

Spenningur í luftini, tá kvinnurnar spældu móti Rumenia