HM: Danski venjarin er óður um atfinningarnar á sosialu miðlunum

Nikolaj Jacobsen heldur, at tað sum fólk skriva og finnast at á Facebook o.ø. sosialum miðlum er farið út um alt mark

Í morgin klokkan 16.30 spæla Danmark og Svøríki HM-finaluna í manshondbólti í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo. 

Við svenska blaðið, Aftonbladet sigur liðskiparin og málverjin hjá svenska hondbóltslandsliðnum, Andreas Palicka, at hann og liðfelagarnir hava veruliga kent stuðulin frá svenska hondbóltsalmenninginum, og tað eru hann og liðfelagarnir sera takksamir fyri.

Danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen kennir seg ikki kunna siga tað sama sum Andreas Palicka: - Fólk mugu gjarna hava forvæntningar. Men eg haldi forvæntningarnir eru blivnir yvirdrivið stórir. Tað er eingin virðing fyri teimum menniskjunum sum eru úti á vøllinum, tá ein sær hvat verður skrivað á teimum sosialu miðlunum. Um tú setir teg og skrivar nakað, so skalt tú hugsað um, at hevði tú viljað, at nakar skrivaði soleiðis um teg? Tí sum tað er nú, so er tað heilt burtur úr vón og viti, ið fleiri fólk skriva til mín undir einum endaspæli, segði Nikolaj Jacobsen á tíðindafundi. 

Danska heimsstjørnan, ið er helst besti danski hondbóltsspælarin nakrantíð, Mikkel Hansen fortaldi aftaná hálvfinalusigurin á Spania, at hann hevði fingið nógvan lort omanyvir seg aftaná tað reyða kortið hann fekk í fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi.

Verjukempan, Henrik Møllgaard hevur eisini tikið til orðanna: - Tað sita nøkur smá menniskju harúti, og hugsa ikki um, at tað er onkur sum situr hinumegin skýggjan, og má taka ímóti tí sum tey skriva, sigur Henrik Møllgaard. 

Við svenska Aftonbladet sigur svenski liðskiparin, Andreas Palicka, at hann tekur frástøðu frá tí sum donsku spælararnir hava upplivað: - Teir eru í einari HM-finalu. Bæði Nikolaj Hansen og Mikkel Hansen eru í heimstoppinum innan sítt øki, og teir eru nøkur fantastisk menniskju. Um teir hava fingið slíkar atfinningar undir HM-endaspælinum so haldi eg, at tað er ræðuliga sjúkt, sigur Andreas Palicka. 

##med2##