Í dag hevði eg vilja dugað líka væl at skriva sum tú, men tað dugi eg ikki, so tað má bara blíva tað besta eg dugi við fáum orðum.
Hendan myndin er ein sera góð lýsing av tær, tað eru serliga tvey ting sum fáa teg at lýsa upp: tíni abbabørn og so góður matur.
Tá ið eg møti fólki á gøtuni, og tey fáa at vita, at eg eri sonur til Jógvan Ósá, so er beinavegin reaktiónin tann, at tú dugir so sera væl at orðað teg upp á skrift. Eg má bara taka undir við tí og siga, at eg eri púra samdur í, at tú hevur serlig evnir á tí økinum.
Mítt ynski til tín á hesum degi skal vera, at tú frá nú av skal veruliga byrja upp á at skriva títt lívsverk, tína ævisøgu. Tú ert ongin Bill Clinton ella Aina Cederblom, men tú ert mín pápi, og tú hevur upplivað alt møguligt í tínum lívi, sum er sera áhugavert at hoyra teg siga frá. Tú hevur upplivað gamla Sjúrarberg, tú hevur borið mong deyðsboð, tú vart sera væl við tína stóru fyrimynd Jóhan Nielsen, tú far uppringingar úr Svøríki frá kendum tónleikara, tú bleiv einkjumaður á ungum aldri, tú ert ofta kontaktaður av útvarpsfólki, tí at tú dugir so væl at siga frá øllum møguligum.
Ja, tín ævigsøga vildi av sonnum verið ein perla í føroyskari bókmentasøgu.
Babba, eg elski teg.
Sonur tín Símin