Hjalti Bogason við nýggjari jólafløgu

Ungi havnarmaðurin, Hjalti Bogason gevur út nýggja jólafløgu, sum er tikin upp í London. Og tað var ein serlig uppliving at taka upp eina jólafløgu í London, meðan summarið varð í hæddini.

 

- Summarhitin í London er lítið jólaligur, og kortini er býurin fullur av jólatónleiki hesa ársins tíð, tí tá verða fløgurnar innspældar, sum koma út til jóla. Ein teirra er “Jólini ljóma”, hjá Hjalta Bogason.

 

Seytjan ára gamli Hjalti Bogason er komin til London annan dagin fyri, at olympisku leikirnir verða settir seint í juli mánað. Hjalti er ikki komin í somu ørindum sum Pál Joensen, men eins og Pál skal svimja ímóti teimum bestu, skal Hjalti syngja saman við teimum bestu. Tónleikararnir skulu spæla undir hjá Hjalta, nú tónleikurin til jólafløgu hansara skal takast upp

 

Vit eru í Angel Studios í innara London. Orkesturleiðarin Simon Hale er víðakendur fyri sínar mongu útsetingar av tónleiki fyri heimskend nøvn sum Oasis, Simply Red, Bjørk, George Michael, Josh Groban, Tom Jones, Gary Barlow og Hayley Westenra – fyri bara at nevna nøkur av teimum, vit kenna.

Simon Hale stjórnar orkestrinum og spælir klaver. Tónleikararnir eru tíggju í tali, og nakrir spæla meira enn eitt ljóðføri. Simon Hale er tónasmiður og útbúgvin á Goldsmiths College í London. Fyrr í ár vann hann eina BAFTA heiðursløn fyri tónleikin, hann hevur skrivað til eitt telduspæl.

 

“He is simply the best”, segði ein av tónleikarunum um Simon Hale og útsetingar hansara undir upptøkunum í Angel Studios. Og tónleikararnir, ið Simon hevur savnað til upptøkuna, hvørjir eru teir? – “Jú”, sigur upptøkumaðurin Steve Price, ið sjálvur hevur vunnið eina Grammy heiðursløn fyri sínar dygdir, - “hetta eru teir bestu í London, studiotónleikarar, ið spæla við á flestu upptøkum í býnum, líka mikið um tær verða gjørdar í Abbey Road, í Air studios ella her í Angel Studios”. Tey trý upptøkuhølini eru tey mest brúktu í London til størri fløguupptøkur.

 

“Tá Simon Hale hevði játtað at seta løgini út, var eingin ivi longur. So skuldi fløgan gerast”, sigur Bogi Godtfred, pápi Hjalta. Bogi hevur umsett teir tíggju sangirnar, sum eru á fløguni, og hevur lagt útgávuna til rættis.

 

“Hetta eru jólasangir úr ymsum londum, summir kendir og aðrir minni kendir, allir hava frálík løg og eru lættir at syngja. Ætlanin við útgávuni er eisini at leggja nakrar jólasangir aftrat teimum, vit longu syngja her á landi, annaðhvørt teir eru upprunaligir ella umsettir”, sigur Bogi. Sangirnir eru allir prentaðir í bóklinginum, sum liggur í fløguhúsanum.

 

Minst líka stóran týdning, sum tónleikaupptøkurnar í London, hava sangupptøkurnar, sum eru gjørdar í Kriss-Stuff Studio í Hoyvík. Har hevur Hjalti fingið gagn av drúgvu royndunum hjá Jákup Zachariassen at leggja til rættis og taka upp, so sangur og tónleikur gerast ein heild.

 

Hjalti Bogason byrjaði seks ára gamal at syngja í Dreingjakórinum undir Brúnni. Seinni kom hann upp í barna- og ungdómskór á Tórshavnar Musikkskúla, har Joanna Johansen er leiðari, og í fjør summar var Hjalti á sangskeiði á London Music School.

 

“Tað var Ása, kona mín, ið setti gongd á ætlanina, sum nú er vorðin veruleiki”, sigur Bogi. “Tá eg hevði umsett teir tíggju íslendsku sangirnar til føroyskt, sum eru á fløguni Vinaløg, helt hon, at nú mátti eg eisini umseta tíggju sangir til Hjalta”. Tað var eisini Ása, ið gav Hjalta skumpið at royna seg sum solistur, minnist Bogi.

 

Fyrstu tíðina í Dreingjakórinum smæddist Hjalti og vildi ikki syngja solo, men tað broyttist, tá hann vann eina sangkapping á Rás 2. Eitt árið undan jólum kundu lurtararnir ringja inn og syngja onkran jólasang, og tað fekk Ása Hjalta at gera. Tað, sum lokkaði mest, var vinningurin, ein iPod, sum Hjalti fegin vildi hava. Hann ringdi, Boys in a Band vóru dómarar, og teir hildu Hjalta vera besta sangaran í kappingini. Hjalti vann, og tað gav honum sjálvsálit sum solistur.

 

Tað er av besta summarveðri og heitt í London hendan dagin seinast í juli mánað, tá upptøkurnar eru í Angel Studios, Tí kann jólatónleikurin kennast heldur løgin, men tónleikararnir lata seg ikki ávirka. Teir sita summarklæddir og spæla bæði væl og inniliga.

“Nei, at hoyra jólatónleik í London um summarið er einki óvanligt”, sigur Simon Hale og heldur fram: “London er fullur av jólatónleiki í juli mánað, tí nú verða allar fløgurnar tiknar upp, sum fara at koma út til jóla”.