Liðformaðurin hjá KÌ, Hjalgrím Elttør er ikki nøgdur við, at ÌF kundi venda 0-3 til 3-3 í dystinum millum ÌF og KÍ í Fuglafirði í dag. Sambært Hjalgrími vóru 1-3 og 3-3 málini hjá ÍF ikki fríspark og brotsspark, og skuldu tí ikki verið komin.
ÌF-framherjin, Øssur Dalbúð er als ikki samdur við Hjalgrími Elttør. Øssur Dalbúð iðrar seg heldur um, at ÌF ikki skoraði nógv fyrr í dystinum.
Tað ber til at hoyra prátið Rás2 hevði við Hjalgrím Elttør og Øssur Dalbúð í ljóðbrotinum undir greinini.