Hjúnarskilnaður arviligur

Norski granskarin Ingunn Størken er í einari ritgerð komin til ta niðurstøðu, at børn hjá hjúnum, sum verða skild, eru í tvær ferðir størri vanda fyri at koma í somu støðu enn børn hjá hjúnum, sum verða verandi í hjúnarlagnum. Uppaftur verri er tað, um eini hjún hava tað til felags, at foreldrini hjá báðum eru skild. Tá er tríggjar ferðir størri vandi fyri, at eisini tey fara frá hvør øðrum.

Ingunn Størken sigur, at hóast tey flestu, sum velja at giftast, gera tað av kærleika og í vónini um, at hann fer at halda, so hava royndirnar frá egnum lívi eisini týdning. Kemur ólag í hjúnarlagið, hava børn hjá skildum foreldrum lættari við at lata seg skilja, tí tey hava roynt ta fyrr, sigur hon.

Tað er tann sosiali arvurin frá foreldrunum, sum ger, at fólk hjá skildum foreldrum hava lættari við at velja hjúnarskilnað enn onnur, sigur norski granskarin í ritgerðini.