Hjún hava róð út saman í 17 ár

Hjúnini, Jenny og Sonni Kallsoy av Eiði, sum rógva út saman, eru nú endaði á filmi hjá Eir í Ólavstovu.

 

 

Sum partur av skránni fyri Heystfagnaðin á Eiði, sum byrjaði mikukvøldið og sum heldur fram til og við sunnudagin, varð í gjárkvøldið filmur frumsýndur í mentanarhøll skúlans.

 

Tað er Eir í Ólavstovu, sum hevur gjørt filmin, ið snýr seg um hjúnini, Jenny og Sonna Kallsoy á Eiði, sum hava róð út saman í 17 ár. Filmurin ber heitið ”So passaligt fyri tvey eldri fólk”.

 

Ein av teimum mongu, sum sá filmin í gjárkvøldið, var sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen. Men, í mentanarhøllini var so nógv fólk, at sjómanstrúboðarin saman við fleiri øðrum noyddist at síggja filmin yvir ”netið” í øðrum høli í skúlanum.

 

- Filmurin var eitt gott upplivilsi og gav eitt gott innlit í lívið hjá útróðrarhjúnunum, sum serliga er merkt av spenningi í samband við veður, streym og fiskiskap.

 

Sjómanstrúboðarin vísir á, at filmurin eisini gav innlit í lív og arbeiðið hjá hjúnunum, bæði heima og umborð, og her gekk álvari og gaman saman við speisemi og humor - hond í hond, sum hann tekur til.

 

- Hjúnini eru ikki sjónleikarar men eru tey, sum tey nú einaferð eru og gera tað, tey nú einaferð gera - og hava gjørt saman í 17 ár. Hetta gevur filminum trúvirði og eina kenslu av ektaðari vøru.

 

Við í filminum eru nógvar góðar myndir frá útróðrinum, hóast tað ikki er lætt at filma umborð á einum rullandi útróðrarbáti. Tað er eisini trupult at lýsa alt umborð í samband við arbeiðið og lívið annars.

 

- Kortini haldi eg, at filmsbrot, har tey eitt nú fingu sær ein drekkamunn í lugarinum; har annað teirra fekk sær ein slang, nærmyndir av kryvjing og ísaðum fiski, høvdu kryddað filmin, tí filmurin er eisini ein “reklama” fyri útróðrafisk – um vit vilja tað ella ei.

 

Torleif Johannesen vísir eitt nú á, at kanska kundi annað av hjúnunum verið í skúrinum saman við monnunum, sum rekja línina um, so tað ikki var undirskilt, at tað var teirra lína.

 

- Ja, heppin er tann útróðrarmaður, sum kann mussa konu sína á fiskimiðunum, heldur sjómanstrúboðarin fyri eftir at hava sæð filmin um óføru útróðrarhjúnini á Eiði.