Hjálparvenjarin hjá B36 fekk koronusmittuna

– Tað fyrsta, sum eg hugsaði var, at nú sleppur liðið allarhelst ikki til Gilbraltar í næstu viku, tí smittan er farin til spælararnar, sigur André Olsen um løtuna, hann fekk keðiligu boðini frá landslæknanum

Mánamorgunin fór hópurin hjá B36 til Gibraltar, tí liðið hósdagin spældi móti St Joseph’s í undanumfarinum til Europa league. 

Men vikan áðrenn farið var avstað var merkt av óvissu og ringum nervum hjá bæði venjarum og leikarum – men serliga var tað hjálparvenjarin hjá B36, 29 ára gamli André Olsen, sum hevði tað torført, tí hann týsdagin í síðstu viku fekk staðfest koronusmittuna og var tí bangin fyri, at hann hevði borið hana víðari til liðið.

– Tað fyrsta, sum eg hugsaði var, at nú sleppur liðið allarhelst ikki til Gilbraltar í næstu viku, tí smittan er farin til spælararnar, sigur André Olsen um løtuna, hann fekk keðiligu boðini frá landslæknanum.

Hetta hevði kunnað kostað B36 tvær milliónir í mistum inntøkum.

– Veðrið var gott hendan týsdagin, og eg hevði verið úti og trillað sjey vikur gomlu dóttur mína. Heima aftur um kvøldið ringdi eitt danskt nummar til mín, og tað var landslæknin. Eg visti tá, hvørji boðini fóru at verða, og soleiðis varð. Úrslitið av testini var positivt, og eg fekk staðfest koronu, sigur hann frá.

–Tað var eitt stórt sjokk fyri allan hópin, og dysturin móti Skála varð avlýstur. Tað kendist, sum var alt uppi at koyra tann fyrsta tíman, og eg má sanna, at tíðindi ferðast ómetaliga skjótt, tí eg var ikki liðugur at skriva sóttarhaldslistan, tá telefonin longu hevði ringt fleiri ferðir, tí fólk longu tá høvdu fingið við, at eg var smittaður, sigur hann.

 

Les longri samrøðu við André Olsen í Vikuskiftis Sosialinum, har hann greiðir nærri frá, hvussu tað kennist hjá honum at hava koronu og at vera í sóttarhaldi. Vikuskiftis Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið, og hann kann eisini keypast talgildur her