Hjálpa AIDS plágaðum børnum í Uganda

Alla næstu viku fara Kristnastova í Keypmannahavn og Lívdin í Hoyvík at skipa fyri stórari innsavnan til frama fyri børnum í Uganda, sum eru rakt av HIV/AIDS Í næstu viku verður skipað fyri stórum átaki at savna pengar fyri at hjálpa børnum í Uganda, sum eru rakt av HIV/AIDS. Tað eru samkomurnar í Kristnastovu í Keypmannahavn og í Lívdini í Hoyvík, sum standa fyri átakinum, sum aftur er partur av stórari verkætlan.

Fyrireikararnir siga, at tað fyrst í næstu viku verður nærri at frætta um tiltøk, sum verða fyriskipað, og hvat pengarnir, sum verða savnaðir, ætlast at verða brúktir til.

63 prosent av teimum 42 milliónunum, sum hava HIV/AIDS, búgva í Afrika. Orsøkin til óhugnaligu støðuna í Afrika er eitt nú ógvuslig kvinnukúgan og vantandi útbúgving, upplýsing og fyribyrging.

Á okkara leiðum er tað sjálvsagt, at ráða yvir egnum kroppi. Nógva staðni í Afrika er tað ikki soleiðis, serliga ikki hjá kvinnunum. Nógvastaðni í Afrika hava kvinnur lítið virði, og tað sæst aftur í smittuni.

Um AIDS skal steðgast, skal HIV smittan basast og tey, sum eru smittað, skulu fáa rætta heilivágin.

Børn og ung kunnu steðga sóttini við vitan og styrki. Tey skulu vita, hvussu tey sleppa undan at verða smittað og hava styrki til at ansa eftir sær sjálvum. Samstundis skulu tey vaksnu verða meiri tilvitað um, at tað er teirra ábyrgd at verja tey ungu. Tað er nyttuleyst at læra tey ungu, um tey vaksnu ikki virða tey.

AIDS kan basast ? eisini í Afrika. Tað vísa nýggjastu tølini. Men alt hetta kostar pengar, siga fyrireikararnir av átakinum, sum verður í næstu viku. Teir hava konto í Føroya Banka og telefonnummar, sum hundrað krónur kunnu ringjast til.