Í sambandi við AME-Føroyar er komandi vikuskiftið, verður skipað fyri tiltaki á Hotel Føroyum fríggjadag seinnapart. Her verður høvið at hitta útlendsku AME gestirnar. Hitt & Hoyr verður fríggjadagin 13. apríl kl. 15.00 á Hotel Føroyum. Undir hesum heitinum býr eitt spennandi tiltak, skrivar ame.fo á heimasíðu síni. Tiltakið vendir sær til føroyskar tónleikarar og tey, ið annars starvast innan tónleikavinnuna, og verður skipað sum ein inngangur til AME har høvið er at hittast undir hugnaligum og óhátíðarligum umstøðum. Á tiltakinum luttaka fleiri av teim útlendsku umboðunum fyri tónleikavinnuna, ið eru komin higar at kunna seg um føroysku og norðurlendsku bólkarnar á AME.
Nøkur av útlendsku tónleikaumboðini fara at greiða frá teirra tónleikavirksemi og annars svara teim spurningum, sum høvi verður at seta.
Millum gestirnar eru festivalar, plátufeløg, tíðindafólk og umboðsfeløg.









