Hitabylgja hóttir fólk sunnanfyri

Nógvi hitin í Suðureuropa heldur fram næstu dagarnar

(Mynd: Tino Romano / Ritzau Scanpix)

Hitabylgjan í Suðureuropa heldur fram næstu dagarnar. Serliga í Italia er hitin óvanliga høgur, men eisini partar av Spania, Grikkalandi og Fraklandi eru raktir av hita væl omanfyri 40 stig. Í næstu viku verður roknað við, at hitin á italsku oynni Sardinia kemur upp í 48 stig.

 

Italska heilsumálaráðið ávarar um ekstreman hita í 16 býum – eitt nú Rom, Venesia og Bologna – og heitt verður á fólk um at halda seg burtur frá sólini millum klokkan 11 og 18. Sagt verður, at sjálvt frísk og sunn fólk kunnu fáa heilsutrupulleikar í nógva hitanum.

 

Um vikuskiftið var kenda ferðamálið Akropolis í Athen stongt partar av degnum fyri at verja vitjandi ímóti hitanum. Myndugleikar hava eisini noktað fólki at arbeiða í sólini, tá ið hon er sterkast, og heitt verður sum heild á fólk um at arbeiða heima.

 

Ráðini til fólk í nógva hitanum eru, at tey halda seg burtur frá sólini, tá ið hon er sterkast, at tey leita inn í køld rúm um neyðugt, og at tey drekka nógv vatn.

 

Veðurlagsgranskarar hjá Europeiska Rúmdarstovninum ESA rokna við, at lond sum Italia, Spania, Frakland og Pólland fara at uppliva ógvisligar hitabylgjur næstu tíðina.

 

Juni var heitasti juni mánaður, sum nakrantíð er máldur á jørðini.

 

(Mynd: Tino Romano / Ritzau Scanpix)