Hinar renna aftan á SÍ

Einki óvæntað úrslit var um vikuskiftið í Eikliguni hjá kvinnum, har sørvágskvinnur framvegis eru greitt á odda, meðan Mjølnir og Fleyr eru fremst í kappingini um at renna aftaná

FLOGBÓLTUR

Nú flogbóltskappingin hevur fingið nýggjan leist, so sjálvt meistaraheitið skal avgerast við FM-finalum, sum vit kenna tað frá hondbóltskappingini, er líka umráðandi at gerast nummar tvey sum nummar eitt, tá sjálv landskappingin er spæld.
Tí er kvinnukappingin blivin ein kapprenning um at renna aftan á SÍ, ið bert hevur útbygt leiðsluna frá byrjan. Og í løtuni bendir alt á, at tað verða annaðhvørt Mjølnir ella Fleyr, ið skulu takast í finalunum, men eisini TB liggur og lúrir beint aftan fyri hini bæði.

Eingin ivi hjá SÍ
Burtur sæð frá fyrsta setti, tá SÍ ikki ordiliga var komið í gongd, var lítil spenningur um, hvønn veg dysturin í Sørvági í gjár skuldi fara, tí ÍF megnaði ongantíð at hótta heimaliðið. ÍF kom hampuliga væl frá fyrsta setti, meðan SÍ gjørdi fleiri feilir, enn vanligt er at síggja. Men í teimum báðum seinnu settunum koyrdi tað sum knívur í bleytum smøri hjá sørvágskvinnum, ið vóru tryggar í spælinum, samstundis sum ÍF hevði ilt við at fáa bóltarnar yvir um aftur netið.

Maja basti ikki Fleyr
Hóast Dráttur hevur fingið styrk, nú Maja Popovic er komin á liðið, var tað ikki nóg mikið til at steðga Fleyr á Giljanesi leygardagin. Maja byrjaði sum kantur í fyrsta setti, men spældi síðani sum hevari, men hóast Dráttur fekk tikið triðja sett, rakk tað ikki til meira enn tað. Fleyr hevði greitt fleiri streingir at spæla uppá í álopsspælinum, og eisini eydnaðist væl at blokka hóttaninar frá Drátti, so tí liggur Fleyr framvegis væl fyri í kappingini har frammi.

Tryggur TB-sigur
Tvørákvinnur fingu í gjár sín fjórða sigur til høldar, tá KÍF var á vitjan í Trongisvági, og munurin var so mikið stórur, at tað ongantíð gjørdist spennandi, men var liðugt eftir 50 minuttum. Sum vant, stríddust ungu KÍF-kvinnurnar væl á gólvinum, men fingu ongantíð gongd á álopsspælið, meðan TB spældi væl og enntá kundi geva teimum ungu á bonkinum kjansin, uttan at tað gjørdi sigurin minni tryggan.