Hilmar Leon hjá H71 stóð ikki á dómaraseðilinum

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr Trónd Arge siga frá margháttligu støðuni norðuri í Vestmanna, har H71 nú má spæla uttan Hilmar Leon Jakobsen

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði tá Tróndur Arge segði frá margháttligu støðuni, sum er hend í oddadystinum í FTZ-deildini millum VÍF og H71 norðuri í Vestmanna.

 

Tá seks minuttir vóru farnir gjørdi dómaraborðið dómararnar, Hannis og Una Wardum varugar við, at H71-profilurin, Hilmar Leon Jakobsen ikki stóð á dómaraseðilinum. So har var einki at gera. Hilmar Leon Jakobsen mátti ta tungu leið út av vøllinum, tí hann hevur ikki loyvið at spæla ein dyst, tá hann ikki stendur á dómaraseðilinum.

 

Ein hondbóltskønur hevur sent in.fo hendan teldupostin: "Um teir ikki høvdu fullan dómaraseðil, hevði hann ikki kunnað komið á listan álíkavæl. Tey tómu plássini mugu strikast 30 minuttir áðrenn dysturin byrjar.", skrivar tann hondbóltskønu til in.fo.

 

Hilmar Leon Jakobsen skeyt annars eitt gott mál fyri H71 áðrenn hann mátti av vøllinum, tí hann ikki stóð á dómaraseðilinum.