Fyrsta bríksl við Margáir verður klokkan 19. HB hevur møguleika at endurvinna oddasessin, sum NSÍ vann fyrr í dag, og EB/Streymur hevur møguleika at vinna seg longri burtur frá botninum.
Skaðalistin er langur í báðum legununum. Tað var ivasamt, um EB/Streyma málverjin Rói Zachariasen fór at verða førur fyri at spæla. Rói er í EB/Streymamálinum í kvøld.
René S. Joensen er ikki førur fyri at spæla frá byrjan. Hann er á HB beinkinum, og landsliðsspælarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, er í álopinum saman við Ása Dam.
Mikukvøldið var Gestur B. Dam á beinkinum. Í kvøld er hann aftur í álopinum hjá EB/Streymi.
EB/Streymur – HB kl. 19.00
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Tóki H. Johannesen, Hjalti K. Djurhuus, Símun Sólheim, Teitur D. Olsen – Gutti Dahl-Olsen, Gestur B. Dam
HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Heri H. Mohr – Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Daniel Johansen – Dan í Soylu, Hilmar Leon Jakobsen, Ási Dam











