Hillary vil ikki gevast

Eg stríðist fyri at røkka torførasta starvinum í heiminum, segði Hillary Clinton á veljarafundi í Kentucky, sum í morgin saman við Oregon hevur demokratiskt uppstillingarval Tølini siga, at Barack Obama hevur 1909 valmenn og Hillary Clinton 1718 valmenn aftanfyri seg. Talið, sum skal røkkast fyri at vera vísur í at gerast demokratiskt forsetavalevni, er 2026.

Eygleiðarar siga, at tað er eingin møguleiki fyri, at Hillary Clinton skal røkka hesum talinum, nú tað bara eru fimm uppstillingarval eftir.

Barack Obama er so vísur í samlaða sigrinum, at hann er farin at føra valstríð við republikanska forsetavalevnið John McCain.

Í dag hava teir skotið eftir hvørjum øðrum viðvíkjandi uttanríkispolitikki, sum McCain heldur Obama hava lítið skil fyri. Eitt nú hartar hann Obama fyri at vera ov lagaligan mótvegis Iran.

Roknað verður við, at Barack Obama náttina til mikudagin, tá ið hann eftir øllum at døma fer at hava vunnið uppstillingarvalið í Oregon, fer at útnevna seg sjálvan sum vinnara av stríðnum um at gerast demokratiskt forsetavalevni.

Men hóast uppgávan tykist vónleys, so vil Hillary Clinton ikki gevast. Í morgin skulu demokratisku veljararnir í Kentucky og Oregon siga, um teir vilja hava Hillary Clinton ella Barack Obama sum valevni, og Hillary Clinton stríðist sum fyri lívinum. Hon hevur verið í Kentucky, og Obama hevur verið í Oregon. Veljarakanningar siga, at Obama fer at vinna greitt í Oregon, og at Hillary fer at vinna í Kentucky. Í Oregon eru 52 valmenn upp á spæl, og í Kentucky er talið 51.

Seinastu uppstillingarvalini hjá demokratunum vera 1. og 3. juni. Í Poerto Rico 1. juni og í South Dakota og Montana 3. juni.