Tá ið Føroyar vunnu tiltikna sigurin á Eysturríki í Landskrona, æt venjarin hjá Eysturríki Josef Hickersberger. Hann fekk eftir tapið á Føroyum sekkin, men nú er hann aftur landsliðsvenjari hjá Eysturríki. Fríggjakvøldið var um reppið, at hann upplivda eina endurtøku av Landskrona-dystinum, tí Liktinstein var á odda í dystinum ímóti Eysturríki, sum við bit og slit tó vann 2-1. Nú er Hickersberger undir trýsti áðrenn venjingardystin ímóti Sveis í kvøld. Eysturríki er annar av vertunum fyri EM-endaspælinum í 2008, og tí spælir landið ikki við í undankappingini.










